Seinnapartin byrjar Faroe Pride 2022

Elisa Vang setir ársins pride við, meðan Sway, Guðrið Hansdóttir, Eyðun Nolsøe, Marius DC og Siriously fara at framføra

Kristian Waag Dam
27. juli 2022 kl. 10:03

Seinnapartin fara fleiri hundraðtals av føroyingunum á árliga Faroe Pride tiltkakið, ið LGBT+ Føroyar skipar fyri. Seinastu tvey árini hevur tiltakið verið avlýst, orsakað av korona, tískil er talan um eina serstaka pride.

Ársins pride skrúðgonga byrjar, sum vant, við Tórsvøll. Upphiting byrjar við Tórsvøll klokkan 15.30 saman við Havnar Hornorkestri. Skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar, og eisini verður dansur og andlitsmáling á skránni.

Hitað verður upp á staðnum, og síðani fer skrúðgongan oman gjøgnum Hoydalsvegin, ígjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum er stongt av til tiltakið.

Tað verður nógv ymiskt á skránni til ælabogalita tiltakið, millum annað setir Elisa Vang ársins pride, meðan Sway, Guðrið Hansdóttir, Eyðun Nolsøe, Marius DC og Siriously fara at framføra.

 

Skráin:

Kl. 15.30: Hitað verður upp við Havnar Hornorkestrið við Tórsvøll, ókeypis fløgg o.l. verður deilt út. Andlitsmáling er á skránni og eisini verður dansur.

Kl. 16.00: Pride skrúðgongan byrjar við Tórsvøll. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í gonguni.

Kl. 16.30: Ókeypis Pride konsert við Sway, Guðrið Hansdóttir, Eyðun Nolsøe, Marius DC og Siriously. Elisa Vang setir ársins Faroe Pride