Seinsummardagar í Sandavági

Seinsummardagar eru bæði á Sandi og í Sandavági hetta vikuskifti. Dimmalætting hevur verið í Sandavági og vitjað.

Rannvá Næs Hoydal
27. august 2022 kl. 15:20

Glopraregnið, sum fjalir Sandavágsháls vágar sær ikki niður í hugnaligu Sandavágs bygd. Her er heldur lýtt og hugnaligt, og barnafamiljur ganga túr rundanum ikonisku kirkjuna og framvið strondini, og børn spæla við smáar fjarstýrdar speedbátar í ánni og hoppa í hoppiborgum.

Seinsummardagar hava verið í Sandavágs bygd síðan ár 2000, og er hetta sostatt 22. ferð, at tiltakið verður hildið. Tað er SÍF, Sandavágs Ítróttarfelag, sum skipar fyri. Tiltakið byrjaði við einum ynski um at savna bygdina og veita bygdafólkinum aftur fyri stuðul teirra, men seinastu árini er tað bara vaksið og vaksið, greiðir Eina Gudmundsen, úr SÍF.

Í dag var í hvussu so er stór undirtøka, og hýrið var gott í bygdini. Morgunmatur varð bjóðaður í tjaldinum um morgunin, og ein rúgva av ymsum tiltøkum fara fram gjøgnum dagin, so sum tombola, hoppiborg, talvkapping, røður, livandi tónleikur og felagssangur. Eitt sølutorg var niðri á Neystinum, har fólk seldu alt frá heimabakstri og klæðum, tey høvdu ruddað úr skápinum, til pokemon kort. Húsafellsrenningini, har runnið verður niðan á Húsafell og oman aftur, var tó ikki so góð undantøka fyri hetta árið sum fyrreverandi ár, allarhelst tí fólk spara seg til Føroya Vakrasta Hálvmaraton, sum verður í komandi viku.