Seks bilførarar fingu klipp

Gjáramorgunin fingu seks bilførarar klipp í koyrikorti, tá løgreglan gjørdi kanningar við barnagarðin á Svangaskarði á Toftum

Kristian Waag Dam
17. november 2022 kl. 09:00

Í gjár var løgreglan og gjørdi kanningar við barnagarðin á Svangaskarði á Toftum, har fleiri foreldur tóktust at hava skundað sær ov nógv henda morgunin.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn, fingu seks bilførarar klipp í koyrikorti, tí børn undir 135 centimetrar sótu óbundin í bilunum.

Harumframt fingu tríggir bilførarar átalu, fyri ikki at hava koyrikorti uppi á sær.

Kanningarnar vórðu gjørdar í gjár í tíðarskeiðnum frá klokkan 07:25 til 9:25.