Seks tilburðir í gjár

Í gjár vóru seks nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Sigurjón Einarsson
27. juli 2021 kl. 15:45

Í gjár vóru seks nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll vóru smittað í Føroyum. Í fimm førum var smittukeldan kend, í tí seinasta førinum var smittukeldan ókend.

Í løtuni eru 65 persónar smittaðir við COVID-19.

710 koppsett í gjár

Í gjár 26. juli vórðu tilsamans 710 fólk koppsett. 158 fólk fingu fyrra prikið og 552 fólk fingu tað seinna.

Nú hava 34.555 fólk fingið fyrru koppsetingina. 28.414 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tilsamans 62.969 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.