Seksaringur sakk á veg til Hvalbiar

Tað spældi væl av, tá ein seksaringur við einum manni í sakk á veg til Hvalbiar úr Havn í nátt. Tyrlan og bjargingarbáturin Royndin funnu mannin í gummibáti á sjónum

Mynd: MRCC
Steinar Patursson
22. september 2022 kl. 09:10

Stutt eftir midnátt fekk MRCC boð um, at neyðrakettir og neyðbluss vórðu sæddar av fólki í Hvalba og Sandvík, og at ein bátur, sum skuldi koma úr Havn, ikki var komin vegin fram.

MRCC sigur, at boð vórðu beinanvegin send eftir bjargingartyrluni og bjargingarbátinum Royndin hjá Suðuroyar Norðara bjargingarfelag.

Bæði Vædderen og Brimil fóru at leita, og klokkan fimm í morgun komu tyrlan og Royndin fram á ein gummibát út fyri Sandvíksfles.

Ein maður var í bátinum.

Royndin bjargaði manninum umborð og sigldi hann og gummibátin til lands aftur.

Maðurin hevur tað eftir umstøðunum gott, sigur MRCC, og hann hevur greitt frá, at báturin var farin at leka og tí sakk.

Telefonin hjá manninum var útbrend, men tíbetur hevði maðurin sagt frá, at hann fór úr Havn til Hvalbiar, og hann hevði eisini neyðrakettir, neyðbluss og bjargingarbát umborð, sigur MRCC.