Sement: SWAY og RSP eru víðari í fyrsta umfari

Tað vóru tveir mótsetningar, ið komu víðari í fyrsta umfari í Sement kappingini í kvøld: SWAY og RSP

Marjun Manuela Behrens
10. apríl 2022 kl. 00:25

- Eg haldi, at dómarnar eru f****** tónadeyvir, søgdu teir í RSP, tá teir fingu at vita, at teir vóru víðari.

Tónleikabólkurin RSP hevur gjørt tónleik í 5 ár. Einki er polerað ella masterað, og alt er púra undirgrund. Teir eru havnamenn, og elska eitt gott ball. Bólkurin er mannaður við Heina R. á Heygum, Steingrími Hallsyni og Bjarka Jónassyni.

Hin bólkurin – SWAY – er ein a capella jazz trio, kvinnað av Marionnu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen. Tær tríggjar hava verið sera virknar á føroyska tónleikapallinum, bæði sum SWAY og sum solistar.

Hinir bólkarnar, ið vóru við í kappingini, vóru Piparstertar, Einmyrja og Telemama.

Ummælarar hava sum heild latið væl at luttakarunum í Sement kappingini. Uni Leitisstein Hansen, ummælari, segði fyrr í dag við Dimmalætting, at hendan Sement kappingin er nakað heilt serligt.

- Eg haldi ikki, at eg kann minnast eitt so spennandi Sement-ár sum í ár. Nógv bæði etablerað og spildurnýggj nøvn, sum umboða alt frá tungmálmi til popp til hiphop og rapp, segði Uni Leitisstein Hansen, tónleikaummælari, fyrr í dag við Dimmalætting.

Ungdómspallurin hjá Kringvarpi Føroya, BIIT, stroymdi beinleiðis frá tónleikakappingini Sement. Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge var vertur á kvøldinum, har hon kom við sínum íkasti. Eitt nú nevndi hon, at genturnar mugu halda seg meira framat, tí tað var einans ein gentubólkur, sum trein á pall í kvøld.

 

Fríði Djruhuus var reportari á kvøldinum. Her tosar hann við Hergeir Staksberg, sum er ein av fyriskiparunum.

 

Heirgeir Staksberg segði, at hann heppaði uppá SWAY og RSP.

 

Ummælararnir Anna Sofía Skoradal og Sigmund Zachariassen ummældu kvøldið saman við vertinum Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir. Tey øll lótu eisini sum heild væl at luttakarunum. Eitt nú nevndu tey, at RSP tryggjaðu eitt gott ball, og at SWAY var so mikið gott, at tey nærmast blivu hypnotiseraði.

 

- Um eg skal nevna, hvør framførsla var mest feilfrí, so er tað SWAY og Piparstertar.

 

Annað umfar í Sement verður leygardagin 16. apríl í Reinsarínum.