Sendistøðirnar til reiðar til 5G-netið

Arbeiðið at byggja nýtt farnet er nú liðugt. Nú eru allar sendistøðirnar til reiðar til 5G, og næst á skránni er kjarnutøknin

(Mynd: ft.fo)
Sigurjón Einarsson
8. november 2022 kl. 14:00

Seinasta leygardag varð seinasta Huawei-sendistøðin skift út, og harvið er arbeiðið at leggja um til Ericsson liðugt, RAN-netið.  

RAN-netið eru sendistøðirnar, sum veita dekning á landi og sjógvi. Arbeiðið hevur gingið væl, men inntrivið hevur verið stórt, og tað hava viðskiftafólk merkt, ásannar Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.  

- Vit hava lagt dent á at órógva sum minst, men tað hevur verið torført at fyribyrgt svikaligum sambandi í einum ella fleiri økjum. Vit eru so statt sera fegin um, at viðskiftafólk hava sýnt tol og umbæri við okkum, sigur stjórin í FT Samskifti, Símun Skaalum, við heimasíðuna hjá Føroya Tele.

Umleið 165 sendistøðir eru nú skiftar út, og meira enn 30 nýggjar mastrar eru nú settar upp.

Føroya Tele skrivar, at RAN-netið skal nú neyvstillast samstundis við, at annar partur av verkætlanini, sum er at leggja um til Ericsson í kjarnutøknini, fer av bakkastokki. 

Eftir ætlan stendur nýggja farnetið liðugt í fyrsta ársfjórðingi 2023, og tá verður 5G tendrað til frama viðskiftafólkum hjá bæði Føroya Tele og Nema, sum hava gjørt avtalu um at samstarva um RAN-netið.