Serlig gudstænasta í Glyvra kirkju

Í dag, sunnudagin 20. novembur klokkan 11, luttekur Føroyska Bíbliufelagið á gudstænastuni í Glyvra kirkju, har Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar og Bergur D. Joensen hevur gudstænastuna. Kunnað verður um Bíbliufelagið og høvið verður at hitta stýrið aftaná gudstænastuna

Tíðindaskriv
20. november 2022 kl. 11:24

Í dag, sunnudagin 20. novembur klokkan 11, luttekur Føroyska Bíbliufelagið á gudstænastuni í Glyvra kirkju.

Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagskapur, við umboðum úr flestu kirkjum og samkomum í Føroyum.

Endamálið er at útgeva og útbreiða Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum.

Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum, síðani 1961. Arbeitt verður eisini við at endurskoða Nýgga Sáttmálan, ið er gerandismálsútgáva av nýggja testamenti.

Sum nakað heilt nýtt, er Spírar, ið ger talgilt barnartilfar á føroyskum, nú eisini partur av Bíbliufelagnum. Her er nógv spennandi í ger, so øll føroysk børn, kunna síggja gott føroyskt tilfar á netinum.

Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuútgávu í øðrum londum, so hesi kunna lesa Bíbliuna á sínum egna máli. Stuðul verður m.a. veittur til sjónvarpsrásina Sat 7, ið ger kristiligar og útbúgvandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeystri.

Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo ella ringja á 787826.

  • BankNordik 6460-382.873.7

  • Betri Banki 9181-380.777.2

  • Norðoya Sparikassi 9865-992.646.6

  • Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8