Hóast renturnar hækkaðu nógv í 2022 og 2023, broyttist bústaðarprísirnir ikki nevnivert hesi árini. Tað vísir ein uppgerð, Betri Heim hevur gjørt
Vanliga hava rentuhækkingar annars við sær, at bústaðarprísirnir fella, men í Føroyum hevur avmarkaða útboðið av bústøðum hildið hondina undir prísunum.
Nú eru renturnar hinvegin lækkaðar fýra ferðir hetta seinasta hálvaárið - og tað sæst hetta aftur á sethúsamarknaðinum, tíu nú eru prísirnir hækkaðir.
4,2 milliónir fyri eini sethús í Havn
Betri sigur, at í fjør kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,2 milliónir krónur í miðal. Tað er níggju prosent meira enn í 2023, tá ið miðalprísurin var 3,8 milliónir krónur
Í restini av landinum var miðalprísurin 2,2 milliónir krónur í fjør, samanborið við tvær milliónir
krónur í 2023. Tað er ein hækking upp á 10 prosent.
Betri Heim staðfestir, at eftirspurningurin eftir bústøðum er stórur.
– Vit seldu munandi fleiri bústaðir í fjør enn í 2023 árið, og gongdin sær út til at halda fram í ár, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi, í tíðindaskrivinum.
Hon sigur, at útlitum er fyri fleiri rentulækkingum og tí er einki, sum bendir á, at prísirnir fara at fella aftur

Íbúðarprísirnir eru støðugir
Hinvegin eru prísirnir á íbúðum meiri støðugir. Á íbúðarmarknaðinum í Havn hevur fermetraprísurin lagt seg í eina legu, sum er um 35.000 krónur fyri fermeturin.
Í fjør kostaði ein íbúðarfermetur 35.100 krónur í miðal. Tað er eitt vet minni enn í 2022 og 2023.
Íbúðirnar, sum vóru seldar í fjør, vóru tó størri enn íbúðirnar, sum vóru seldar árini frammanundan.
Hetta ávirkaði prísin, tí smærri íbúðir hava vanliga ein hægri fermetraprís. Javnseta vit støddirnar á
seldu íbúðunum, var fermetraprísurin í fjør eitt prosent hægri enn í 2023 og trý prosent hægri enn í 2022.

Fólkavøksturin er minkaður
Síðan 2013 hevur bústaðarmarknaðurin verið undir alsamt størri trýsti, tí útboðið av nýggjum
bústøðum hevur ikki staðið mát við veksandi fólkatalið.
Henda gongdin er so smátt vend, tí meðan fólkavøksturin er minkaður nógv seinastu trý árini, hevur talið á nýggjum bústøðum verið støðugt.
Í fjør løgdust líka nógvir bústaðir afturat bústaðarhópinum, sum tað løgdust íbúgvar afturat
fólkatalinum. Enn mangla kortini umleið 800 bústaðir í, um lutfallið ímillum íbúgvar og bústaðir skal koma niður á sama støði sum í 2013.
Samstundis sum at fólkatalið minkar, verða vit eisini færri undir sama taki