Setti eina pitsa í ovnin - løgregla og sløkkilið boðsend
Alt varð sett í verk tá ið roykávaringin fór at ljóða og tey luktaðu royk
Áki Bertholdsen
11. januar 2025 kl. 10:07
Mitt í nátt, beint yvir klokkan tvey, ringdi ein til løgregluna tí viðkomandi helt seg hoyra eina roykávaring, samstundis sum at tað luktaði í royki.
Hetta var í einum húsum í Havn og tað varð skjótt staðfest, at tað stavaði frá einum grannahúsum, men løgreglan sigur, at tey fóru á staðið, og sendu eisini boð eftir sløkkiliðnum.
Men áðrenn sløkkilið kom fram, var alt avblást, tí tey ið løgreglan fór inn í húsini, vísti tað seg, at tað var ein, sum hevði sett ein pitsa í ovnin og hevði tendrað ovnin - men var síðani sovnaður frá øllum.
Og viðkomandi svav so fast, at roykávaringin gjørdi ikki mun, men løgreglan fekk so purra út og sløkt ovnin.