Sev skal hava kapping um at gera streym

Okkara uppgáva verður at seta veðurlagspolitikkin í verk, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum

Dimma.fo
25. mars 2023 kl. 13:43

Burðardygd og grøna orkuskifti eru ein integreraður partur av framtíðar virðisvøkstri til at bera okkara vælferð.

Tað staðfesti Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, á landsfundinum hjá flokkinum í Vestmanna í morgun.

– Okkara orkuframleiðsla, og okkara orkunýtsla, skal verða grøn, samstundis sum at vit skulu dálka minni, segði Bárður á Steig Nielsen.

Hann sigur, at endurnýtsla er ein partur av burðardyggu leiðini, tí skulu vit hava eina grøna pantskipan.

– Fyrst og fremst skal tað bera til at sleppa av við blikk og fløskur á einum og sama stað. Men harumframt skal tað bera til at víðka skipanina so at pant eisini verður sett á aðrar lutir úr dálkandi tilfari við tí endamáli at endurnýta teir.

– Vit eru øll samd um, at í 2030 skulu Føroyar verða 100 prosent grønar á landi, og tað arbeiðið er byrjað.

– Vit hava nærum trífalda orkuframleiðsluna frá vindi hetta seinasta árið. Tað er eitt stórt stig á leiðini, men vit skulu longur fram á leið, pump-storage er eitt, ein el-drivin alibátur og power to X eru onnur tiltøk.

Tøknin er har og hetta er bert byrjanin til stóra skifti, tað kemur, tá ið skip kunnu brúka grøna orku sum drívmegi.

Næstu stigini eru at fáa goymt orkuna og javna nýtsluna, hetta gerst best við at skapa møguleika hjá fleiri at bjóða seg fram at verða við í umleggingini, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

– Vit skulu fáa kapping um framleiðslu og útbreiðslu av grønum orkuloysnum, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann sigur, at ein máti er, at ein veitari ger íløguna, sum brúkarin so endurrindar yvir longri tíðarskeið. Soleiðis fáa so øllmøguleika at leggja um til grøna orku.

– Føroyar skal vera ein partur av loysnini, vit skulu vísa, at tað ber væl til at vera eitt framkomið land og hava eitt lágt CO2 útlát, sigur hann.

– Vit fingu veðurlagspolitikkin samtyktan í 2022, uppgávan nú er at fylgja honum, so vit kunnu vísa fyri okkara keyparum úti í heimi, at vit eru við í grønu umleggingini.

– Burðardygd er til gagns fyri okkara útflutningsvirði og harvið alt tað føroyska samfelagið, sigur Bárður á Steig Nielsen.