Sexuellur ágangur: Mette Frederiksen við fyrstu viðmerking um Frank Jensen

Forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, heldur, at ákærurnar móti yvirborgarstjóran í Keypmannahavn og floksfelagan í danska javnaðarflokkinum, Frank Jensen, eru álvarsamar

Sigurjón Einarsson
19. oktober 2020 kl. 10:46

Meðan forsætisráðharrin heldur, at ákærurnar eru álvarsamar, so sigur hon samstundis, at tað enn ikki er gjørd nøkur niðurstøða um framtíðarstøðuna hjá yvirborgarstjóranum.

- Eg síggi hetta sum sera álvarsamt. Uttan at skava útyvir nakað, so er tað eyðsæð, at vit í Sosialdemokratiska flokkinum eisini hava trupulleikar. Tað skal broytast nú.

- At gera ónáðir og gera seg inn á onnur kann ikki verjast. Vit skulu í felag skapa eina mentan, har hetta ikki er í ordan. Hvørki í orð ella í verki, sigur Mette Frederiksen í einari skrivligari viðmerking.

Hon leggur dent á, at støða ikki er tikin um hetta málið.

- Eg ynski at gera tað klárt fyri øllum, at enn er ikki nøkur niðurstøða gjørd í málinum næstformannin í Sosialdemokratiska flokkinum og yvirborgarstjóran í Keypannahavn, Frank Jensen, sigur Mette Frederiksen.

Aðalstjórnin í Sosialdemokratiska flokkinum hevur sett á stovn eina skipan, har til ber at boða frá um sakir, har fólk hava gjørt seg inn á onnur.

Mette Frederiksen heitir á øll tey, ið hava verið út fyri illgerðum, um at boða frá, so sakirnar kunnu verða nágreinaðar.

Frank Jensen helt tíðindafund í gjár, har hann legði seg skerflatan og segði seg hava gjørt seg inn á onnur. Tó helt hann, at hann, frá at vera partur av trupulleikanum, nú kundi gerast partur av loysnini – at koma sexuellum ágangi til lívs.

Kelda: Ritzau