Shu-bi-dua heldur jubileum í Føroyum

Shu-bi-dua er á 50 ára konsertferð, og ein av stóru konsertunum verður í Høllini á Hálsi í kvøld - og har fara kendir føroyskir sangarar eisini at framføra

Shu-bi-dua 2.0 spælir stóra jubileumskonsert í Føroyum í kvøld
Jonhard Hammer
25. november 2023 kl. 10:00

Í ár eru liðin 50 ár, síðani Shu-bi-dua innspældu fyrstu sangirnar. Í tí sambandi hava gomlu shubbarnir tikið seg saman og framføra serligar 50 ára jubileumskonsertir kring Danmark. Konsertferðin røkkur eisini til Føroya, her bólkurin øll árini hevur verið sera væl umtóktur og nógv spældur.

Í kvøld, leygarkvøldið 25. novembur spælir Shu-bi-dua 2.0, sum teir kalla seg nú, í Høllini á Hálsi.

Navnið Shu-bi-dua 2.0 er fyri at gera vart við, at hetta er nýggj samanseting av bólkinum. Tríggir av føstu tónleikarunum í gamla Shu-bi-dua eru við í nýggja bólkinum. Teir eru Michael Hardinger, sum var við at stovna bólkin, Kim Daugaard og Jørgen Thorup, sum nú er væl upplagdur sangari. Aftrat sær hava teir fingið B-Joe, sum eisini spælir í Hardinger Band, Kasper Daugaard, sum er sonur Kim Daugaard og hevur spælt saman við Lukas Graham, og trummuspælaran Flemming Olsen.

Upprunaligi sangarin í Shu-bi-dua, Michael Bundesen, varð álvarsliga sjúkur í 2011, og tá gavst Shu-bi-dua at spæla. Bundesen doyði í 2020. Familjan hjá Michael Bundesen og tónleikararnir í Shu-bi-dua hava tosað saman, og tey eru samd um, at Shu-bi-dua 2.0 skal hátíðarhalda, at tað eru 50 ár liðin síðani fyrstu sangirnar hjá Shu-bi-dua vóru útgivnir. Tí reisist Shu-bi-dua av nýggjum í sambandi við hátíðarhaldið.

– Børnini hjá Michael Bundesen, sum eg havi kent, síðani tey vóru smá, halda, at hetta er stuttligt, og tað vóru tey, sum mæltu til, at vit brúktu navnið Shu-bi-dua 2.0 fyri at feira 50 ára hátíðarhaldið, sigur Michael Hardinger.

Ordans hittbólkur

Shu-bi-dua byrjaði at spæla í 1973, og fyrsti sangurin var "Fed rock", sum bygdi á "Jailhouse Rock" hjá Elvis Presley. Hesin sangur var so væl móttikin, at tónleikararnir gjørdu fleiri innspælingar og blivu ein veruligur bólkur. 

Árini eftir hetta kom Shu-bi-dua við einum hitti fyri og øðrum eftir. Teir høvdu humor, teir dugdu at seta orð saman, teir gjørdu góð løg, og teir spældu við nógvari orku og gleði á palli.

Shu-bi-dua bleiv ein av størstu bólkunum í danskari poppsøgu. Teir góvu 18 stórseljandi plátur út og vóru millum bestu umtóktu live-bólkar í Danmark í fleiri áratíggju. Shu-bi-dua hevur selt yvir seks milliónir plátur og fekk í 2013 stóra heiðursprísin á Danish Music Awards.

Eisini í Føroyum var Shu-bi-dua sera væl umtókt. Føroyingar lurtaðu nógv eftir teirra frísku og fangandi sangum, teir keyptu pláturnar og fóru eisini á konsert hjá teimum. Ikki minst, tá ið Shu-bi-dua spældi á Summar Festivalinum fyri 13 árum síðani. 

Hittini hjá Shu-bi-dua eru óteljandi, men skulu nøkur nevnast, kunnu tað vera "Den Røde Tråd", "Hvalborg", "We Wanna Be Free", "Vuffeli-Vov", "Står På En Alpetop", "Costa Kalundborg", "Stærk Tobak", "Askepot", "Midsommersangen", "Sexchikane", "Michael", "Parliamo Italiano" og "McArine".

Spæla við orku og gleði

Shu-bi-dua 2.0 hevur á konsertum í Danmark vísti, at bólkurin er í toppformi og næstan populerari enn nakrantíð. Teir spæla øll tey stóru hittini frá seinastu 50 árunum, og tað gera teir við slíkari orku og spruttandi samanspæli, at Shu-bi-dua hevur neyvan verið betri enn tað sama.

Teir hava lagt eitt sindur eyka av rocki aftrat sangunum, og tað hevur við sær, at live-framførslan sprellar sum ongantíð.

Jørgen Thorup, sum áður hevur spælt keyboard í Shu-bi-dua, er nú sangari, og hann stórtrívist á odda fyri bólkin. Hann syngur væl, dugir væl at framføra, og hann hevur skálkabros sum Michael Bundesen.

– Vit vildu ikki hava ein sangara, sum skuldi kopiera Bundesen. Vit vildi hava ein góðan og sjarmerandi sangara, sum veruliga kundi syngja hesar sangir á sín hátt, men samstundis hava virðing fyri gomlu innspælingunum. Og vit funnu tann perfekta sangaran í Jørgen Thorup, sum eisini er ein av gomlu tónleikarunum í Shu-bi-dua, sigur Michael Hardinger.

 

Spæla í Havn

Í kvøld, leygarkvøldið 25. novembur, hevur Shu-bi-dua 2.0 stóra jubileumskonsert í Høllini á Hálsi í Havn. Tá fer bólkurin at spæla tað besta av tí besta hjá Shu-bi-dua seinastu fimmti árini.

Umframt Shu-bi-dua 2.0 fara føroyskir bólkar og sangarar eisini at framføra hetta serstaka kvøldið.

Skal nakar føroyskur bólkur samanlíknast við Shu-bi-dua, má tað vera Dynamit, sum hava hittað við óteljandi stuttligum, inniligum og fangandi sangum gjøgnum árini. Hittbólkurin úr Klaksvík, sum hevur givið føroyingum sangir sum "Grøv nummar 13", "Pápi Tín Býr Ei í Tórshavn", "Til Allar Kvinnur", "Á, Lat Meg Vera", "Bangin" og aðrar, fer at spæla við fullum útblástri hetta kvøldið.

Herborg Torkilsdóttir er tann nýggi hittmakarin í føroyskum tónleiki, og hon verður eisini við á konsertini. Hon fer at spæla "Náttin Var Okay", "Eg Uttan Teg", "Gamalt, Slitið Ross", "Álvaratos" og aðrar.

Og so verður Frændur-legendan Eyðun Nolsøe eisini við. Saman við bólki fer hann at framføra klassikarar sum "Mítt Land", "Dansa", "80'ini", "Til Tey Stressaðu" og aðrar.

Konsertin við Shu-bi-dua 2.0, Dynamit, Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe verður í Høllini á Hálsi í kvøld, leygarkvøldið 25. novembur, klokkan 22.

Atgongumerki fáast til keyps á heimasíðuni atgongumerki.fo