SÍ a er føroyameistari í gentum 12

KÍF a - SÍ a 0-2 (17-25, 16-25)

Jóannes Hansen
26. mars 2023 kl. 16:58

Næstsíðsti FM-finaludysturin í yngru deildunum er nú leiktur í Trongisvági.

Tað vóru sørvágsgentur, sum fóru avtstað við føroyameistaraheitinum fyri gentur 12, tá SÍ a vann 2-0 á KÍF a.

SÍ legði seg munandi á odda í 1. setti og sá leingi út til at vinna hetta settið stórt. Genturnar úr Kollafirði kempaðu seg tó innaftur í dystin.

2. settið var sera líkt 1. settinum, har SÍ a legði seg greitt á odda, ímeðan KÍF a royndi at fylgja við.

Genturnar úr Sørvági hava eisini vunnið steypafinaluna og eru tær tí greipuvinnarar.

Venjari hjá SÍ a er Annika á Stongum, sum eisini er hjálparvenjari hjá A-landsliðunum við kvinnum, og venjari hjá KÍF a er Jana Jacobsen, sum til dagligt starvast hjá Flogbóltssamband Føroya.

Dagsins leikari fyri SÍ a var Anna Katrina í Haraldstovu, og dagsins leikari fyri KÍF a var Maria Kristensa.