SÍ er steypavinnari í dreingir 19

SÍ vann steypafinaluna ímóti Mjølnir, sum varð leikt í høllini á Hálsi.

Ragnar Sjúrðarson
5. mars 2023 kl. 18:00

SÍ kom væl frá byrjan og vann fyrra sett rættuliga sannførandi við 25-20.

Í øðrum settið leikaði meira javn á og her var Mjølnir á odda stóran part av settinum, men móti endanum kom SÍ upp á liðina á Mjølnir og endaði við at vinna settið 27-25.


Dagsins leikari hjá SÍ bleiv Tóki í Haraldsstovu og dagsins leikari hjá Mjølnir bleiv Jákup Árni E. Wang.