Sigur seg hava loyst gátuna um Sommerton Man

Sommerton Man, loyndarfulli maðurin, ið varð funnin á einari strond í Australia í 1948, var ikki nakar njósnari. Tað var ein vanligur maður, ið var farin at leita eftir konu síni, sigur granskari

Soleiðis sá Sommerton Man út, tá myndugleikarnir funnu hann á Sommerton Beach. Mynd: Wikipedia
Steinar Patursson
27. juli 2022 kl. 11:09

Í næstan 70 ár hevur søgan um Sommerton Man elvt til gitingar av alskyns slag, bæði hjá myndugleikum og hjá ítrivsdetektivum á netinum, men hildið verður nú, at samleikin hjá Sommerton Man er avdúkaður.

Í 1948 komu strandargestir fram á ein deyðan mann á Sommerton Beach í Adelaide í Australia. Maðurin var um 40 til 50 ára aldur, pent ílatin, og í lummunum hevði hann buss- og tokbillettir, tyggigummi, tendstikkar, tveir kambar og ein pakka av sigarettum.

Merkini á klæðunum vóru tikin av, og saman við manninum var eitt kuffert við klæðum, sum heldur ikki høvdu merki á, umframt eina bók við óforstáiligum teksti.

Í hondini hevði maðurin ein pappírslepa, har skrivað var á “tamam shud”, sum á farsi merkir “tað er liðugt”.

Maðurin varð jarðaður í kirkjugarðinum í Adelaide í 1949, og á gravsteininum stóð einans “Her liggur ókendi maðurin, sum var funnin á Summerton Beach”.

Tað eydnaðist ongantíð australsku myndugleikunum at staðfesta, hvør Sommerton Man var, og Tamam Shud málið, sum tað eisini hevur verið kallað, hevur síðani verið lóður til alskyns gitingar bæði á netinum og aðrastaðni. Ofta hevur verið hildið, at Sommerton Man var myrdur við gift, tí at hann var njósnari.

Men Derek Abbot, professari á universitetinum í Adelaide, heldur seg nú kunnu siga, at talan var ikki um nakran njósnara, men at Sommerton Man er Carl Webb.

Tað sigur australski miðilin ABC.

Í samstarvi við Colleen Fitzpatrick, rættarlæknafrøðing úr USA, hevur Abbot gjørt greiningar av DNA’num hjá Sommerton Man, og hann sigur seg hava funnið fram til familjulimir hjá Webb.

Og Carl Webb var ikki nakar njósnari. 

Carl Webb var borin í heim uttan fyri Melbourne í 1905 og varð seinni giftur við Dorothy Robertson. Og Abbot vil vera við, at ábendingar eru um, at Dorothy Robertson var farin frá manninum og var flutt til Suðuraustralia, og ivaleyst var Webb farin eftir henni har.

Ætlanin er nú at arbeiða víðari við málinum fyri at vita, hví Carl Webb doyði á strondini í Sommerton í 1948.