

Hvussu eydnaðist G! í ár?
- Tá tú sum fyriskipari skalt svara einum spurningi sum hesum, so hugsa vit ofta fyrst og fremst, hvussu tað gekk við tí fyriskipanarliga. Festivalurin var kanska tann best fyriskipaði nakrantíð. Økið riggaði væl, ljóðið var gott, og fólk vóru serstakliga væl nøgd við tónleikin. Ongir trupulleikar vóru við ferðing hjá artistum, matúrvælið var gott, og ikki minst, so var veðrið fyri tað mesta sera gott. Fólk komu tíðliga inn á økið, konsertirnar vóru nógvar og góðar, so tað var veruliga góður festivalstemningur longu tíðliga um dagin og út á náttina.
Hvør framførsla var tann besta eftir tínum tykki?
- Tá tú spyrt meg hvør var besta framførslan, so er tað ein trupul spurningur at svara fyrst og fremst tí at tað er trupult at finna tíð til at njóta nakrar heilar framførslur, so tað verður fyri tað mesta smáir bitar av tónleiki. Harumframt er spurningurin í sjálvum sær ikki serliga áhugaverdur. Vit eru øll ymisk og dáma ymisk sløg av tónleiki. Mær dámar generelt serstakliga væl at uppliva tónleik, sum er serligur, so ein konsert sum tann hjá Antti Paalanen eru ovalaga á listanum, og tað var serstaki stuttligt at síggja og hoyra hvussu áhoyrararnir hara ikki vildu sleppa Paalanen og hildu fram at syngja aftaná at hann var hildin uppat. Tað var ein verulig veitsla. Men tað sum gleðir meg allarmest, er tá eg hoyri allan tann góða føroyska tónleikin – Eivør, Marius, Jazzygold, Elinborg, Sakaris, Aggrasoppar og so ikki at gloyma RSP, ið fullkomiliga tók øll á bóli, sum í regni og flóð negldi fast, at føroyskir bólkar eisini kunnu verða høvuðsnøvn. Men eisini øll hini føroysku nøvnini, tað var ikki ein av teimum har eg hugsaði, at tey ikki høvdu uppiborið at spælt á G! Tey hava óhoyrt nógv at bjóða upp á, so framtíðin hjá føroyskum tónleiki sær bjørt út.
Hvat kunnu vit vænta av G! í næsta ár?
- Uttan at fara í smálutir, so kunnu vit aftur vænta okkum eitt brak av einum festivali. Hvør einstakur festivalur byggir á herðarnar á festivalum frammanundan, og vit royna at gera tingini betur og betur. Formurin á festivalinum verður nokk nøkunlunda tann sami sum í ár. Í ár høvdu vit valt ikki at hava Grundina, men høvdu ístaðin tríggjar konsertir í kirkjuni. Hesar konsertir vóru reint tónleikaliga sera væl eydnaðar. Um vit í næstar ár hava tríggjar ella fýra pallar fara vit at síggja, tá vit nærkast.