Silas fer nú at spæla í Sørvági

Klaksvíkingur, sum í heyst var í Fuglafirði, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við 07 Vestur

07 Vestur
22. november 2024 kl. 20:39

07 Vestur skrivar soleiðis í kvøld:

07 Vestur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla Silas Gaard. Sáttmálin er galdandi í 2 ár. Silas er uppvaksin í KÍ, har hann eisini hevur spælt vaksnamannafótbólt við 1. deild og BETRI deildini. Fyrstu ferð hann var við í byrjunaruppstillingini hjá KÍ var í 2022, tá ið hann var 18 ára gamal.

Faroesoccer hevur skrásett Silas fyri 23 dystir í bestu deildini og 61 í næstbestu deildini. Hann hevur eisini spælt dystir við U19 landsliðnum.

Í summar var Silas útleigaður til ÍF. Í næstseinasta umfari í ár, skoraði hann einasta málið hjá ÍF í dystinum móti okkum á Dungasandi. Hann fangaði bóltin næstan afturi í egnum 16-metri og rann einsamallur við bótinum allan vøllin, fyri síðani at skjóta langskot í málið hjá okkum.

Tað er eisini í renningum og í ein móti einum, at Silas hevur sínar størstu styrkir.

Vit ynskja Silasi hjartaliga vælkomnum til 07 Vestur.