Sinnisbati fyllir 40 ár í morgin

Í morgin verður skipað fyri tiltaki í samband við 40 ára føðingardagin hjá Sinnisbata. Til tiltakið verður millum annað nýggja bókin, Sálarreyga, hjá Sinnisbata, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, løgd fram. Haraftrat vera røður og tónleikur at hoyra.

Kristian Waag Dam
23. mai 2022 kl. 08:47

Í morgin tann 24. mai fyllir Sinnisbati 40 ár. Í morgin eru 40 ár liðin, síðani stovnandi

aðalfundin hjá Sinnisbata í 1982, har stig varð tikið til at stovna felag, sum skuldi

arbeiða fyri fólki við sálarsjúku, og avvarðandi teirra.

Í samband við føðingardagin gevur Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris

Djurhuus Magnussen, bók út um søguna hjá felagnum.

Til tiltakið verður bókin Sálareyga løgd fram, og prát verður við Grækaris um bókina.

Prátað verður eisini við Marin Samuelsen, sjúkrarøktarfrøðing, og Súsonnu Olsen,

forkvinnu í Sinnisbata, ið viðvirka í nýggju bókini, og hava myndað felagið og føroysku

sálarsjúkusøguna.

 

Skráin:

19.30

Vælkomin við Súsannu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata

19.40

Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsøe

19.45

Øssur Winthereig, journalistur og orðstýrari, tosar við Grækaris Djurhuus Magnussen um bókina

Sálareyga

20.15

Øssur Winthereig tosar við tvey av fólkunum í nýggju bókini, Marin Samuelsen, sjúkrarøktarfrøðing, og

Súsonnu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata

20.45

Steðgur

21.00

Sinnisbati Ung vísir stuttfilm

21.20

Herborg Torkilsdóttir spælir nýtt lag

Leys Størv