Sjálvstýri leggur til brots aftur

Á ársaðalfundinum í næstu viku í Norðoya sjálvstýrisfelag verður farið undir innsavning av undirskriftum við tí endamáli at røkka uppstilling til næsta løgtingsval

Jóannes Hansen
7. februar 2023 kl. 22:15

Sjálvstýrisflokkurin ella Sjálvstýri, sum flokkurin nú eitur, misti umboðanina í løgtinginum á valinum, sum var 8. desember í fjør. 940 veljarar settu krossin við Sjálvstýri. Tað svaraði til 2,7 prosent og var ikki nóg mikið at røkka tinggáttini, sum er 3,03 prosent. Tað restaðu einar 115 atkvøður í hjá Sjálvstýri fyri at vinna ein tingmann.

Tá ið valúrslitið var klárt, og tað var greitt, at Sjálvstýri fyri fyrstu ferð í 80 ár ikki átti umboð í løgtinginum, segði formaðurin í flokkinum Sámal Petur í Grund, at flokkurin heilt skjótt fór at fara undir fyrireikingarnar til næsta løgtingsval.

Nú boðar Sjálvstýri frá í tíðindaskrivi, at aðalfundur verður í Norðoya Sjálvstýrisfelag týskvøldið 21. Februar. Tað verður sagt, at tá verður farið undir at  savna inn undirskriftir við tí endamálið at endustovna flokkin. Á fundinum fer Sámal Petur í Grund floksformaður at siga frá søguni hjá Sjálvstýri.

Fundurin verður í gomlu Cafe Fríðu í Nólsoyar Pálsgøtu 7 í Klaksvík.

Á løgtingsvalinum 8. desember 2022 var Sámal Petur í Grund toppskorari hjá Sjálvstýrinum við 264 atkvøðum. Honum næstur var Kristin Michelsen við 258 atkvøðum, og á triðja plássi var Heri Danielsen við 69 atkvøðum.