Sjálvstýri stovnar felag í Suðuroy

Sjálvstýri brynjar seg til nýggjar tíðir, og í hesum umfarinum verður sjálvstýrisfelag sett á stovn í Suðuroy

Tíðindaskriv
8. mai 2021 kl. 11:00

Hetta fer at henda á stovnandi aðalfundi í SALT, tá Suðuroyar Sjálvstýrisfelag verður sett á stovn, mikukvøldið 12. mai 2021 kl. 19:00.

Á fundinum fara eisini Kristin Michelsen, løgtingsmaður, Kári P. Højgaard, virkandi floksformaður og Pól Jákup Poulsen, landsnevndarformaður, at luttaka.

Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at sjálvstýrisfelag er í Suðuroy. Fyri nøkrum árum síðani var eisini eitt felag, og í tí nevndini sótu millum annað Jóhan Berg, formaður, Hvalba, Jákup Olsen, Sandvík, Absalon Absalonsen, Vági, Jákup Bertelsen, Tvøroyri og Johs. Enni, Tvøroyri.

Øll sjálvstýris áhugaði í Suðuroy eru vælkomin til fundin.