Sjey sjúkrabilar avstað í gjár

Vaktleiðarin mátti ikki færri enn sjey ferðir senda sjúkrabil avstað í gjár, men annars var talan um ein friðarligan dag

Steinar Patursson
19. september 2022 kl. 08:35

Tað var yvirhøvur ein friðarligur dagur hjá løgregluni í gjár, men hóast hetta var sjúkrabilurin ikki færri enn sjey ferðir avstað.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini, at talan var um ymiskar tilburðir ymsastaðni í landinum, og at summir dagar eru so, at brádliga er ofta tørvur á sjúkrabilinum.

Dagurin í gjár varð annars brúktur til at arbeiða við málum, ið løgreglan hevur liggjandi, nú stundir vóru til hetta, sigur vaktleiðarin.