Sjey tilburðir aftrat

Eingin tilburður frá ókendari smittuketu

Steinar Patursson
23. juli 2021 kl. 14:00

Í gjár vórðu sjey nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tveir persónar fingu staðfest smittuna við komu til Føroyar, og tveir við fjórða dags kanning. Hini trý eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum.

Í løtuni eru 84 persónar smittaðir við COVID-19.