Sjúkrarøktarfrøðingar fara í verkfall

- Eftir at hava sitið til samráðingar síðan 4. desember í fjør og saman við Semingsstovninum í 4 vikur, mugu vit bara staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál, skrivar felagið á heimasíðu síni

Sveinur Tróndarson
16. oktober 2020 kl. 10:39

Tað hevur leingi bent á tað borðið, og nú er tað so staðfest:

Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara í verkfall, sum byrjar mánamorgunin 19. oktober 2020, klokkan 07:00.

Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum.

- Eftir at hava sitið til samráðingar síðani 4. desember 2019 og saman við Semingsstovninum í 4 vikur, mugu vit bara staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál. Vit kenna okkum tí noydd at lýsa verkfall. Verkfallið byrjar mánamorgunin 19. oktober 2020 kl. 7.00, skrivar Sjúkrarøktarfrøðingafelagið á heimasíðuni.

Tað hevur tikið rættiliga drúgva tíð at koma her til, sum partarnir nú eru komnir.

Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober 2019 og sambært Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum hevur felagið roynt at finna eina loysn. Hetta halda sjúkrarøktarfrøðingarnir tó ikki, at Fíggjarmálaráðið hevur gjørt, og felagið leggur eisini Ráðið undir at vilja grugga málið við at draga lønarhækkingina, sum partarnir samdust um í 2017 upp í málið.

Verkfallið verður lýst fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar á G4 á Landssjúkrahúsinum, operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum, Sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Deildarleiðarar og varaleiðarar á nevndu deildum eru tó undantiknir verkfallinum, skrivar Sjúkrarøktarfrøðingafelagið.