Sjúrður spyr um samhandil við Russland

Sjúrður Skaale vil hava at vita, hvussu nógvan samhandil Danmark hevur við Russland

Sigurjón Einarsson
31. januar 2023 kl. 12:20

Fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale, vil hava at vita, hvussu nógvan samhandil Danmark hevur við Russland, tí hevur hann spurt danska vinnumálaráðharran, Morten Bødskov, hvussu nógvan samhandil hevur verið millum Danmark og Russland fyri árini 2019 til 2022.

Sjúrður vil hava greiðu á, hvørjar tríggjar teir størstu vørubólkarnir, sum Danmark hevur útflutt til Russlands frá 2019 til 2022.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

"Efter Ruslands invasion i Ukraine har EU-landene, inklusiv Danmark, iværksat en række handelstiltag mod Rusland. Ministeren bedes i lyset heraf svare følgende spørgsmål.

Kan ministeren oplyse den årlige værdi af Danmarks eksport af varer og tjenester til Rusland for årene 2019 til og med 2022? Hvis der ikke foreligger fuldstændige tal for 2022, bedes ministeren redegøre for den samlede værdi af Danmarks eksport til Rusland til det seneste mulige dato i 2022.

Kan ministeren derudover på årsbasis oplyse, hvor stor procentuel del af Danmarks samlede eksport af varer og tjenester gik til Rusland årene 2019 til og med 2022?

Kan ministeren også oplyse de tre største varegrupper i Danmarks samlede eksport til Rusland i årene 2019 til og med 2022, opgjort efter SITC2-varegrupperingen efter FN’s Standard International Trade Classification?

Kan ministeren oplyse den årlige værdi af Danmarks import af varer og tjenester fra Rusland for årene 2019 til og med 2022? Hvis der ikke foreligger fuldstændige tal for 2022, bedes ministeren redegøre for den samlede værdi af Danmarks import fra Rusland til det seneste mulige dato i 2022.

Kan ministeren derudover på årsbasis oplyse, hvor stor procentuel del af Danmarks samlede import af varer og tjenester kom fra Rusland årene 2019 til og med 2022?

Kan ministeren også oplyse de tre største varegrupper i Danmarks samlede import fra Rusland i årene 2019 til og med 2022, opgjort efter SITC2-varegrupperingen efter FN’s Standard International Trade Classification?"

Danskir politikkarar funnust at føroyingum
Í kjalarvørrinum av, at meirilutin av flokkunum á Løgtingi í november í fjør longdu fiskiveiðuavtaluna við Russland við einum ári, umframt føroyska útflutningin til Russlands, fekk hetta millum annað nógvar danska miðlar og politikkarar til at ressa seg, har føroyska avgerðin, um at leingja fiskiveiðuavtaluna, fekk nógvar ákoyringar frá donskum politikkarum og serfrøðingum.

Spurningurin verður helst, hvussu danir sjálvir fara at fyrihalda seg til sín egna samhandil við Russland, tá fyrispurningurin frá Sjúrða Skaale væntandi verður svaraður av danska vinnumálaráðharranum í næstum.

Hitt føroyska fólkatingsumboðið, Anna Falkenberg, úr Sambandsflokkinum segði í samrøðu við Berlingske í november í fjør, at nýggja fiskiveiðuavtalan við Russland brýtur ikki við tey felags evropeisku revsitiltøkini yvirfyri Russlandi.

– Tað er sera týdningarmikið at hava tunguna mitt í munninum, tí hetta handlar ikki um handil. Hetta handlar um fiskarí. Vit steðgaðu øllum samhandli við Russland nakrar fáa mánaðir eftir russisku innrásina. Hetta handlar um at umsita fiskiøki í Barentshavinum. Har hava Føroyar eina ábyrgd. Norra hava eisini valt at gera tað sama, segði hon við Berlingske í november 2023.

Anna vísti í samrøðuni við miðilin á, at tað er týdningarmikið, at Føroyar yvirhalda øll ES-revsitiltøk, men at fiskiveiðuavtalan handlar um eitt samarbeiði um fiskiskap við Russland og Norra.

– Og her fylgja vit linjuni, sum Norra hevur valt, vísti hon á.