Skattalætti og hægri barnafrádrátt í Eysturkommunu

Býráðið í Eysturkommunu samtykti í gjár at lækka skattin og at hækka barnafrádráttin

Steinar Patursson
25. november 2022 kl. 09:32

Býráðið í Eysturkommunu samtykti í gjár at lækka skattaprosentið við 0,5 prosentum niður í 20,5 prosent og at hækka barnafrádráttin við 500 krónum.

Barnafrádrátturin verður tí 8.500 krónur.

Sambært fíggjarætlanini hjá kommununi verða inntøkurnar eftir ætlan 107 milliónir krónur, og av teimum verður persónsskatturin 98,9 milliónir krónur.

Rakstrarútreiðslurnar verða eftir ætlan 107 milliónir krónur, og hetta gevur eitt rakstraravlop á 19,5 milliónur krónur.

Íløgur skulu gerast fyri 4,5 milliónir konur í 2023.

Nýggi dagstovnurin við Gøtugjógv verður væntandi liðugur í fyrru helvt av 2023, og eru 12 mió. settar av til hetta. 

Seinnu árini hevur Eysturkommuna brúkt nógva orku uppá at gera útstykkingar, eitt nú í Norðragøtu og Leirvík. Í 2023 eru 4,5 mió. kr. settar av til eina nýggja útstykking í Syðrugøtu, ið eftir ætlan skal verða liðug 2024.

5 mió. eru settar av til stórviðlíkahald/umvæling av bygningum hjá kommununi, har serliga skúlarnir hava høga raðfesting.

Í 2023 verður eftir ætlan nýtt kappróðrarneyst bygt í Norðragøtu. Neystið skal byggjast í Tyrlhúsgrundini, og 2 mió. kr. eru settar av til arbeiðið, ið væntast at byrja tíðliga í 2023.

Í Syðrugøtu hevur Eysturkommuna arbeitt við einari ætlan av miðstaðarøkinum í longri tíð. Nú verður sjøtul settur á arbeiði at knýta miðstaðarøkið saman við neystaøkinum úti á Støð. Arbeiðið er mett at kosta 3 mió. og verður sett í gongd so skjótt, sum verkætlanin er klár.

Eisini er peningur settur av til aðrar smærri verkætlanir, so sum sniðgøtur, asfalt, uttanumøkið við Býráðshúsið í Norðragøtu og Lugarið í Leirvík, umframt fleiri aðrar smærri íløgur. 

Avdráttirnir í 2023 verða 8,9 mió. og rentuútreiðslurnar eru mettar til 1,2 mió.