Skattaoyggin á Torginum í SMS

Skattaoyggin verður á Torginum fram til ólavsøku

Tíðindaskriv
14. juni 2022 kl. 18:49

Mikudagin 15. juni letur Spælilandið á Torginum upp.

Klokkan 16 verður okkurt leskiligt at fáa.

Summarframsýningin á Torginum er blivið til eitt afturvendandi tiltak, sum bæði børn og vaksin altíð taka sera væl ímóti.  

Tað er tó ikki bara ein framsýning, tí í ár eru sjórænarar komnir á vitjan, og á Skattaoynni hjá teimum er ein rúgva av tiltøkum. Haraftrat ber til at fara á skattaveiðu hvønn dag.

Skattaoyggin verður á Torginum fram til ólavsøku.