Skip sum hevur verið í ILA raktum øki í Íslandi er nú á veg til Føroya

Dettifoss, ið siglir við farmi, hevur júst verið í ILA rakta økinum í Reyðafjørðinum og er nú á veg til Føroya

Dettifoss, sum var í Reyðafjørðinum í gjár og sigldi framvið ILA raktum øki, er nú á veg til Føroya. (Mynd: Aquafacts)
Sigurjón Einarsson
29. apríl 2022 kl. 10:12

Í gjár skrivaðu vit, at ein tilburður av ILA er staðfestur í einum alibrúki á eysturlandinum í Íslandi. Hetta alibrúkið er í Reyðafjørðinum, sum er nærhendis Seyðisfjørðinum, har millum annað Norrøna leggur at.

Men tað eru eisini onnur skip, ið sigla millum Føroya og Ísland.

Á heimasíðuni hjá Aquafacts, sum er ein tænastupallur til alivinnuna, sæst, at farmaskipið Dettifoss, sum móðurfelagið hjá Faroe Ship – Eimskip – eigur, hevur verið í Reyðafjørðinum í gjár – beint við ILA rakta aliøkið hjá Laxar Fiskeldi.

Víðari sæst á Aquafacts-síðuni, at Dettifoss nú er á veg til Føroya, har skipið millum annað skal sigla framvið aliøkinum hjá Bakkafrost, ið liggur út fyri Gulan við Argjaland.

(Dettifoss er nú á veg til Føroya. Mynd: Aquafacts)

Tað var eisini í gjár, at Ice Fish Farm, sum eigur Laxar Fiskeldi, kom við eini fráboðan, at ILA var staðfest í einum av teirra alibrúki, og hetta fer eftir øllum at døma at ávirka framleiðslunøgdina fyri 2023.

– Avleiðingarnar av hesum smittutilburðinum eru ringar at meta um nú, men tað fer allarhelst at minka um framleiðslunøgdirnar fyri 2023, sigur forstjórin í Ice Fish Farm, Guðmundur Gíslason, í eini fráboðan til keypsskálan í gjár.

Í økinum, har ILA-tilburðurin er staðfestur, eru umleið ein millión av laksi, sum hava eina miðalvekt upp á 0,476 kilo.

– Laxar fer framhaldandi at greina avleiðingarnar og kemur við meira upplýsingum, so skjótt tær eru atkomuligar, stendur at lesa í fráboðanini, sambært ilaks.no.

Árini eftir aldarskiftið mundi ILA-sjúkan nærum tikið lívið av føroysku alivinnuni.

Í 2014, tá ILA-virus varð staðfest í ringunum hjá Bakkafrost við Selatrað, segði Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, í samrøðu við in.fo, at ræðumyndin frá fyrst í hesi øldini, tá ILA mundi tikið lívið av føroysku alivinnuni, fer ikki at endurtaka seg.

– Tilbúgvingin er í lagi, og alivinnan arbeiðir hvønn dag, sum um sjúka var í ringunum, segði Regin Jacobsen við in.fo tann 10. februar í 2014.

ILA-virus smittar bert laks og onnur ávís fiskasløg, men hevur onga ávirkan á fólkaheilsuna.

Dettifoss er 180 metrar langur og 31 metrar breitt. Til sammetingar kann sigast, at Norrøna er 166 metrar langt og 30 metrar breitt.