Skiparin umborð á Vesturbúgvanum var sovnaður

Óvanliga høgt arbeiðstrýst hevði við sær, at skiparin umborð á Vesturbúgvanum sovnaði, og tí rendi Vesturbúgvin á Eysturbúgvan, sum sakk skírishósdag í ár, stendur at lesa í niðurstøðuni hjá havaríkommissiónini

Mynd: Regin Torkilsson
Steinar Patursson
27. juli 2022 kl. 09:32

Danska havaríkommissiónin hevur nú kannað umstøðurnar, tá Eysturbúgvin sakk skírishósdag í ár, og niðurstøðan hjá havaríkommissiónini sigur, at skiparin umborð á Vesturbúgvanum var sovnaður, tá Vesturbúgvin rendi inn í bakborðssíðuna hjá Eysturbúgvanum, sum síðani sakk.

Í niðurstøðini skrivar havaríkommissiónin, at partrolararnir um hetta mundið  skuldu seta línu til trolið, og at tað var tí neyðugt, at skipini vóru tætt við hvørt annað, og at væntað varð av somu orsøk, at Eysturbúgvin skuldi halda somu kós og ferð, meðan Vesturbúgvin skuldi nærkast á paralellari kós.

Samskipanin millum skipini bæði miseydnaðist tó, millum annað tí at skiparin umborð á Vesturbúgvanum var sovnaður. Havaríkommissiónin er komin til ta niðurstøðu, at skiparin sovnaði, tí hann hevði ikki fingið nóg nógv av svøvni undanfarnu dagarnar, tí at arbeiðsbyrðan var økt orsakað av, at skipið hevði á skipasmiðu, at skipið hevði tekniskar trupulleikar og orsakað av mátanum, sum vaktir umborð á skipunum vanliga verða lagdar.

Einki samskifti var tí millum skipararnar báðar, men skiparin á Eysturbúgvanum hevði sambært havaríkommissiónini onga orsøk til at halda, at brúgvin á Vesturbúgvanum ikki var mannað.

Eisini vísir havaríkommissiónin á, at skiparin umborð á Eysturbúgvanum var upptikin av at seta trol, og at hann tí ikki sá, at skipini vóru í ferð við at rena saman, fyrr enn tað var ov seint. Vánaligt útsýni frá arbeiðspanelinum til trolini hava møguliga eisini havt við sær, at torført var at varnast kollissiónsvandan.

At enda skrivar havaríkommissiónin, at av tí at trolini vóru úti, bar ikki væl til hjá Eysturbúgvanum at manøvrera.