Skomm at kommunan ikki kann bjóða ansingarpláss til øll

Tað er ein stór skomm fyri eina so ríka kommunu, sum Tórshavnar Kommuna er, at barnafamiljur í fleiri førum mugu bíða hálvtannað ár fyri at fáa barn sítt á ansingarpláss.

Høgni Midjord í Stovuni
21. oktober 2020 kl. 09:30

Hetta trýstir familjurnar fíggjarliga, og ger, at tað er truplari hjá barninum at venja seg við at ganga á ansingarstovni. Tað er eisini óheppi, at ein fyritøka skal vera starvsfólkini fyriuttan í so langa tíð.

Skipanin BARN, har ein kann fylgja við á bíðilista, er so fløkjalsig, at tey sum arbeiða í kommununi skilja hana ikki sjálvi. Tað havi eg enntá sjálvur uppliva eitt starvsfólk siga, tá eg ringdi inn.

Ein liggur nummar 10, so liggur ein nummar 2, so nummar 4, samstundis sum man hoyrir um onnur, ið fáa ansingarpláss á sama stovni, ið hava ligið aftanfyri á listanum, har børnini enntá eru javngomul.

Hevur kommunan ikki tøk pláss, so skal fíggjarligur stuðul veitast familjunum, ímeðan tær bíða eftir plássi. 

Vit mugu seta hetta á hægstu raðfesting beinanvegin. Vit snakka enntá um at vaksa, og vaksa. Onkur nevnir 25.000 borgarar innan fýra ár. So skulu vit skunda okkum, tí sum nú er, eru ikki karmar fyri teimum, ið longu búgva her.

Høgni Midjord Í Stovuni

Javnaðarflokkurin