Skottilburður í Fields: Trý fólk mistu lívið og trý í lívsvanda

Søren Thomassen, leiðandi politiinspektørur í Keypmannahavn, váttaði fyri løtu síðan, at trý fólk vóru dripin av skotum í Fields í dag. Fleiri fólk eru særd, hjá trimum teirra er støðan kritisk. Tey deyðu eru ein maður í 40 árunum og tvey ung fólk

Søren Thomassen, leiðandi politiinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn (Mynd: EPA-EFE)
Sveinur Tróndarson
3. juli 2022 kl. 23:53

So er greitt, hvussu nógv fólk lótu lív, tá ein 22 ára gamal maður seint seinnapartin byrjaði at skjóta frá hond í Fields.

Á tíðindafundi á politigarðinum nú beint fyri midnátt váttaði Søren Thomassen, leiðandi politiinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn, at trý fólk lótu lív og at trý fólk eru í lívsvanda eftir tilburðin. Afturat teimum eru fleiri onnur skadd, sigur løgreglan, tó uttan at koma inn á, hvussu nógv hava fingið skaða. Sambært løgregluni er talan um ein mann í 40 árunum og tvey ungfólk.

Talan var um ein stuttan tíðindafund, har løgreglan í grundini mest kom við einari dagføring um, hvørjar avleiðingarnar vóru av skottilburðinum, tí tað var ikki alment áðrenn, hvat løgreglan hevur gjørt síðan boðini komu og hvat fer at henda næstu tímarnar.

- Løgreglan fekk boðini um skottilburðin beint eftir klokkan hálvgum seks, og klokkan 17:48 handtóku vit ein 22 ára gamlan mann, sum gekk við byrsu og lóðuri til byrsuna uppi á sær. Hann verður framstillaður til grundlógaravhoyring í morgin, segði Søren Thomassen.

Hann greiddi eisini frá, at kanningarnar hjá løgregluni higartil ikki hava givið teimum orsøk til at halda, at tað eru fleiri fólk uppi í, og kanningarnar hava eisini givið løgregluni ta fatan, at tey hava fatur á rætta manninum.

Politiinspektørurin greiddi eisini frá, at løgreglan enn er opin fyri, at maðurin kundi hava brúkt meira enn eitt vápn.

- Tá hann var handtikin hevði hann bara byrsuna uppi á sær, men tað er ikki óhugsandi, at hann hevur brúkt eitt vápn afturat, segði hann.

Allir vegir rundan um Fields hava verið stongdir eftir tilburðin og tað vera teir eisini til løgreglan er liðug við sítt kanningararbeiði. Nær tað verður, ber ikki til at siga enn, segði politiinspektørurin, men arbeitt verður ígjøgnum náttina og í morgin.

Donsku myndugleikarnir hava sett upp eina kreppuvegleiðing til tey, sum vóru í Fields, og sum føla at tey hava tørv á hjálp, og tað sama er gjørt við tey, sum skuldu til konsertina í Royal Arena við enska tónleikaranum, Harry Styles. Nógv teirra, sum vóru í Fields, skuldu eisini til konsertina, sum í fyrsta umfari varð útsett og seinni avlýst.

Tá avlýsingin kom gjørdi løgreglan av at stongja ávísar leiðir hjá Metroini, og hon fekk síðan eina uppgávu at taka sær av, at flyta øll tey, sum vóru í Royal Hall til eitt stað í Vanløse, har tey fingu hjálp, sum høvdu brúk fyri tí, og annars kundu tey sleppa heim.

Sum nevnt eru vegirnir stongdir rundan um Fields, og tað merkir, at har eru fólk, sum ikki sleppa heim í kvøld. Dimmalætting veit um føroyingar, sum eru endaðir inni hjá fremmandum, tí tey sluppu ikki burtur frá økinum, og tey vera verðandi í økinum til í morgin. Eisini vóru í kvøld fleiri fólk, sum bíðaðu eftir at sleppa inn til bilarnar hjá sær, sum stóðu í parkeringskjallarunum undir Fields.