Skottilburður í Fields: Sjey fólk vóru skotin

Trý fólk doyðu og fýra vóru illa særd, tá tann 22 ára gamli danin byrjaði at skjóta frá hond í handilsmiðstøðini Fields í gjár. Maðurin, sum varð handtikin 13 minuttir eftir at skotini byrjaðu, hevur játtað at tað var hann sum var Fields

Løgreglan er nógv meira sjónlig í myndini eftir ógvuliga skottilburðin í Keypmannahavn í gjár (Mynd: EPA-EFE)
Sveinur Tróndarson
4. juli 2022 kl. 07:19

Ein 47 ára gamal russiskur statsborgari, sum var búsitandi í Danmark, ein 17 ára gamal danskur drongur og ein 17 ára gomul donsk genta, vóru tey, sum lótu lív undir skottilburðinum í gjár.

Tað staðfesti Søren Thomassen, leiðandi politiinspektørur, tá danska løgreglan hevði tíðindafund klokkan átta í morgun danska tíð.

Afturat teimum eru fýra fólk, sum vóru illa skadd av skotum, tveir sviar, ein 50 ára gamal maður og ein 16 ára gomul kvinna, og tveir danir, ein 40 ára gomul kvinna og ein 19 ára gomul kvinna, og hjá teimum er støðan álvarslig, men tey eru stabil, segði politiinspektørurin.

Harafturat vóru nógv fólk, sum fingu skaða í samband við, at tey flýggjaðu, men har er ikki talan um álvarsligan skaða.

Løgreglan staðfesti, at mann framvegis arbeiðir eftir tí teorini, at talan er um ein mann, sum arbeiddi einsamallur. Løgreglan handtók ein 22 ára gamlan mann, sum hevur váttað, at hann var í Fields og hann verður framstillaður til grundlógaravhoyring áðrenn klokkan 17:48 í kvøld.

Enn er einki komið fram um nakað motiv, og løgreglan hevur ikki funnið nakað, sum bendir á, at hetta skal vera grundað á hatur móti ávísum bólkum. Tí er mest sannlíkt talan um tilvildarlig fólk, sum í gjár vórðu rakt av skotunum.

Sjálvt um leiðandi politiinspektørurin ikki hevur sagt nakað um, hvør tann handtikni er, so viðgekk hann tó, at myndirnar, sum hava koyrt runt á sosialu miðlunum eru rættar. Hann segði eisini, at tað hava verið upptøkur av manninum á netinum, og teimum hevur løgreglan eisini fingið fatur á, og hesar upptøkurnar eru eisini partur av tilfarinum, sum løgreglan arbeiðir við.

Tað er nú eisini staðfest, at talan er um ein mann, sum løgreglan hevur havt periferan týdning til. Hann hevur havt samband við psykiatriina, men nærri kom løgreglan ikki við tí. Hann hevði eina byrsu uppi á sær, ið sum so er lóglig, men maðurin hevði ikki loyvi til byrsuna. Eisini hevði hann ein knív uppi á sær, tá hann varð tikin.

Harafturat hevði hann ein revolvara, sum hann heldur ikki hevði loyvi til. Henda revolvaran, hevði maðurin tó ikki við sær í Fields.

Annars visti løgreglan at siga, at hann verður skuldsettur eftir greinini í lógini um manndráp, sum er tann strangasta greinin í revsilógini. Hann verður ikki skuldsettur fyri yvirgang.

Sum skilst arbeiddi løgreglan í Fields til langt út á náttina í nátt. Síðan tá er løgreglan farin avstað við tí, sum hon skuldi brúka, og nú byrjar uppruddingin í Fields. Hon fer at taka tíð, og sambært tíðindum úr Keypmannahavn verður handilsmiðstøðin stongd til næsta mánadag.

Tó sleppa fólk, sum enn hava sínar bilar í parkeringskjallaranum, tí løgreglan stongdi alt økið eftir tilburðin, og sum hava ognarlutir í Fields, sum lógu eftir í ruðulleikanum, eftir tí, sum tey eiga.