Skráin fyri tingfundin í morgin

Í morgin, hósdagin 2. februar, eru trý mál á skránni í løgtinginum. Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, er uppskotssetari til øll trý uppskotini

Ragnar Sjúrðarson
1. februar 2023 kl. 20:08

Tingfundurin í morgin verður settur av løgtingsforkvinnuni, Bjørt Samuelsen, klokkan 11:00.

Talan er um 1. viðgerð af fylgjandi uppskotum:

LM-043/2022 Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini).

Kærustovnurin varð fyri góðum ári síðani samtyktur at verða ein sjálvstøðugur og óheftur myndugleiki. Hetta hevur við sær at 11 kærunevndir og aðrar nevndir annahvørt eru tiknar av, ella verða tiknar av.

Nevndirnar sum verða tiknar av eru kærunevndin hjá arbeiðsloysisskipanini og barsilsskipanini, kærunevndin hjá høvuðsbarnaverndarnevndini og kærunevndin hjá tvingsilsnevndini.

LM-044/2022Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í sambandi við dagføring av konkurslógini fyri Føroyar (Gjaldsteðgur og neyðskuldarsemja verða broytt til endurskipan, reglur um trotabúsbann verða settar inn í grannskoðaralógina).

Og

LM-045/2022 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love (rekonstruktion m.v.) og dele af lov om ændring af konkursloven, lov om Lønmodtagernes Garantifond og lov om lønmodtagernes retsstilling ved virksomhedsoverdragelse (Værneting ved gældssanering og ændringer i rekonstruktionsreglerne som følge af covid-19).

Tvey tey seinnu uppskotini verða viðgjørd undir einum.

Talan er aftur um uppskot í samband við broytingar í konkurslógini. Neyðugar fylgibroytingar mugu gerast í nógvum lógum har allar tilvísingar í lóggávuni, sum vísa til hugtøkini (“gjaldsteðg”, “neyðskuldarsemju” o.a.) skulu rættast til: “endurskipan”.

Undanfarna samgongan legði ríkislógartilmælið fyri Løgtingið, men ríkislógartilmælið fall burtur tí løgtingsval varð útskrivað áðrenn málið var liðugt viðgjørt.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, er uppskotssetari til øll trý uppskotini.