Skriðan í Syðradali verður nú granskað og endurbøtt

Um aldarskiftið leyp stór skriða uppi í dalinum í Syðradali í Kalsoynni, sum nú verður granskað og endurbøtt í samstarvi við jarðareigaran av Blankskálagarði, Bjørn Kalsø, Miðnám í Vestmanna og Landgræðsluna í Íslandi

Sigurjón Einarsson
9. august 2022 kl. 17:09

Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um eingin mannaávirkan var? Hevði gróðurin, sum var áðrenn  landnám, komið aftur, ella hevði annar gróður komið ístaðin? Hevði lívfrøðiliga margfeldið verið  størri? Ber til at menna hættir at fáa gróður aftur í stórar skriður, sum kunnu nýtast allastaðni í  høgunum í Føroyum?

Hóast 22 ár eru liðin, síðan skriðan leyp, so sæst stóra sárið enn í lendinum.

Skriðan, sum er um 100 metrar long, 30 metrar breið og 1,7 metur djúp, er fyrsta verkætlan hjá Lendisbata, sum í samstarvi við jarðareigarar og –leigarar er í holt við at endurbøta náttúruøki av ymiskum slag kring Føroyar. Endamálið við fyrstu átøkunum er at menna endurbøtingarhættir, sum kunnu brúkast aftur í øðrum økjum, har tørvur eisini er á tí.

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur játtað stuðul til gransking og endurbøting av skriðuni. Verkætlanin fevnir um tíggju ár og fevnir um grundkanning, hegning og endurbøting av skriðuni.

Samstarv við Miðnám í Vestmanna
Í summar eru plantusløg og vanligastu mosa- og soppasløgini skrásett sum partur av grundkanningini av økinum. Harafturat er økið hegnað av fyri seyð í summar, og komandi tvey-trý árini fer Lendisbati saman við næmingum úr Miðnámi í Vestmanna at fylgja við og eyðmerkja gongdina í vøkstrinum.

Á Miðnámi í Vestmanna hevur í nógv ár verið arbeitt við verkætlanum í lærugreinini Tilfeingi A, har  tørvur er á, at næmingar regluliga innsavna dátur úr føroysku náttúruni at arbeiða við. Tað er tí  upplagt hjá næmingunum á Miðnámi í Vestmanna at luttaka í verkætlan sum hesari.

– Hetta er  kærkomið høvi at gera undirvísingina autentiska og viðkomandi fyri næmingar við áhuga fyri  náttúruni og burðardyggari gagnnýtslu, sigur Jóhan Hofgaard, lærari á Miðnámi í Vestmanna. 

Lendisbati er spennandi verkætlan hjá tjóðsavninum, sum næmingarnir á tilfeingisbreytini í Vestmanna luttaka í. Talan er um at læra, hvussu bøtast kann um sliti lendi. Umframt at næmingar á tilfeingisbreytini á hendan hátt læra um týdningin av at fyrisita náttúru við skili í lærugreinini tilfeingisfrøði, fáa næmingarnir høvi at luttaka í hesari verkætlanini meira ítøkiliga næstu árini.

Síðsta stigið fevnir um menning av endurbøtingarhættum og um sjálva endurbøtingina av skriðuni. Lendisbati fer at menna og royna ymsar endurbøtingarhættir í samstarvi Landgræðsluni, sum hevur servitan og drúgvar royndir innan endurbøting í Íslandi.

Síðst í august fær Lendisbati vitjan av serfrøðingum frá Landsgræðsluni. Endamálið við vitjanini er at vitja økini, ið eru partur av Lendisbata og viðgera møguligar endurbøtingarhættir til ymsu lendissløgini, sum Lendisbati arbeiðir við.

Lendisbati

Lendisbati er ein yvirskipað náttúruendurbøtandi verkætlan, sum fer at standa fyri og seta í verk átøk og aðrar verkætlanir framdar í Føroyum. Høvuðsátøkini eru at bøta náttúruna, millum annað fyribyrgja jarðrivi, bøta um lívmargfeldið og endurbøta mó- og vátlendir til frama fyri kolevnisupptøku.

Verkætlanin Lendisbati verður fíggjað við stuðli frá grunnum og frá privatum fyritøkum og  einstaklingum.