Skúlastjórin við Løgmannabreyt: Gamla útbúgvingin hevði betri kjølfesti

»Nú læraraútbúgvingin verður eftirmett, eiga vit í størri mun at laga hana eftir samfelagnum, sum vit eru partur av,« sigur Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Erla Olsen, dekanur á námsvísindadeild Fróðskaparsetursins, sigur: »Lærarar eru dag væl brynjaðir til skúlans gerning, sum miðar eftir meira enn at undirvísa næmingum í barnaskúlaflokkum. Framhaldsdeildin krevur størri førleika enn gamla útbúgvingin«

Pól á Kletti
15. oktober 2020 kl. 15:14

Í sambandi við, at læraraútbúgvingin í Føroyum er 150 ár hevur ikki sørt verið kjakast fyri og ímóti dagsins útbúgving.

‒ Læraraútbúgvingin er ov eintáttað, og starvsvenjingin hjá lærarum er ov stutt.

Hetta segði Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt (Hoyvík), í samrøðu við KvF fríggjadagin 2. oktober. Segði tað meira enn so koma fyri, at nýklaktir lærarar bera seg undan at undirvísa í ávísum lærugreinum.

‒ Læraralesandi eiga at fáa eina meira víðfevnda útbúgving, heldur Høgni Joensen.

Sakna føroyska útbúgving

‒ Stórur munur er á læraraútbúgvingini í dag, samanborið við hana, sum var áðrenn 2008, tá ið hon varð skipað av nýggjum og løgd undir Fróðskaparsetrið sum bachelorútbúgving.

Hetta sigur Høgni Joensen í viðmerking í Skúlablaðnum nr. 5/2020 í sambandi við at læraraútbúgvingin hevur 150 ár á baki. Sjálvur tók hann læraraprógv í 1981.

Vit mugu í størri mun hava eina føroyska útbúgving, heldur hann. Eina útbúgving, sum tekur støði í samfelagnum, vit liva í, og skúlaverkinum, vit hava, soleiðis at vit hava lærarar, sum eru brynjaðir at vera lærarar í føroyska samfelagnum, og so eiga vit at leggja nógv størri dent á føroyskt í útbúgvingini. Allir lærarar eiga at vera stinnir í føroyskum.

‒ Við broytingini eftir 2008 er læraraútbúgvingin vorðin ov akademisk, har ov stórur dentur er lagdur á tað fakliga og ov lítil dentur lagdur á veruliga lívið í fólkaskúlanum og føroyska samfelagnum. Okkum nýtist ikki at gera tað sama sum tey gera aðrastaðni; vit mugu hava ein skúla, sum onkursvegna tekur støði í okkum sjálvum, sigur Høgni Joensen.

Allir lærarar eiga at hava eina grundleggjandi vitan um tað, sum teir kunnu møta í skúlanum; tað kann vera um trivnað, happing, fráboðanarskyldu, samskifti við foreldur og serligan tørv.

‒ Hesi evnini skapa øll veruleikan í dagsins skúla, og fært tú sum læraralesandi ov lítla vitan um alt hetta, sum kann fylla ógvuliga nógv í skúlanum, so fært tú veruliga ein skelk, tá ið tú fert at arbeiða sum lærari. Tað hevur eisini týdning, at læraralesandi læra at stíga fram í eini skúlastovu og at samskifta við næmingar og foreldur, sigur Høgni Joensen.

Hann heldur, at nýklakti lærarin í dag er fakliga sera væl fyri í teimum lærugreinum, hann ‘hevur havt’ á linju í lestrinum at gerast lærari. Hann er tó ikki líka tryggur í at undirvísa.

‒ Í øllum skúlum mugu lærarar undirvísa í lærugreinum, teir ikki hava havt sum linjulærugrein. Vit royna í tann mun tað ber til at bera so í bandi, at lærarar undirvísa í sínum linjulærugreinum, men tað ber ikki altíð til; vanliga er ikki nóg mikið av tímum til bara at undirvísa í ‘tínum’ linjulærugreinum til at hava fult starv, sjálvt um tað er ein lærugrein við nógvum tímum. ‒ ‒

‒ Tá ið tú undir lestrinum at gerast lærari hevur so fáar lærugreinir, avmarkar tað teg onkursvegna. Tað kemur fyri, at nýklaktir lærarar bera seg undan at undirvísa í onkrari lærugrein, eisini í teimum smáu flokkunum. Tað kom ikki fyri fyrr, og tað undrar meg eitt sindur, tí hesi hava eisini eina miðnámsskúlaútbúgving, sigur Høgni Joensen.

Lærarar, sum hava útbúgving eftir gomlu skipanini, hava eina víðfevndari útbúgving. Teir høvdu øll skúlafakini, linjulærugreinir og kreativar lærugreinir. Ein lærari skuldi kunna undirvísa í øllum lærugreinum upp til sjeynda flokk.

Soleiðis er veruleikin ikki í dag. Nýggja útbúgvingin leggur størri dent á, at lærarar duga nakrar fáar lærugreinir væl, enn at geva teimum eina meira fjølbroytta fatan.

‒ Hetta gevur avbjóðingar í einum samfelagi sum okkara við nógvum smáum skúlum, har kravið er, at lærarin ‘dugir’ nógvar lærugreinir væl.

Gamal tvídráttur

Í somu útgávu av Skúlablaðnum hevur Erla Olsen, dekanur á námsfrøðideldini, síni sjónarmið um dagsins læraraútbúgving:

‒ Tá ið læraraútbúgvingin varð løgd um til bachelorútbúgving, stúrdu summi fyri, at útbúgvingin fór at missa kjølfestið í fólkaskúlanum, og at hon fór at gerast »ov akademisk«. Søguliga hevur læraraútbúgvingin altíð havt kjølfesti í fólkaskúlanum. Seinastu hálvu øldina hevur útbúgvingin mestsum verið undir somu lon sum ein stórur fólkaskúli, sigur hon.

Hetta er søga nú, tí næmingarnir, sum hava gingið í gamla Venjingarskúlanum á Frælsinum, flyta í stóra nýggja Skúlan á Fløtum.

Men kjølfestið í fólkaskúlanum verður neyðturviliga ikki bara tryggjað av, at tú hevur fólkaskúlanæmingar rundan um teg. Erla Olsen  samanber javnvágina millum akademiska partin og tann yrkisrættaða við ein sterkan, hentan og tríbeintan krakk:

‒ Tað er gamal tvídráttur at seta tað akademiska upp ímóti tí yrkisrættaða og viga annað tyngri enn hitt. Men lærarayrkið hvílir á trimum beinum, og er eitt teirra styttri enn hini bæði, so skinklar krakkurin og verður óstúttur. Sum læraralesandi hevur tú eitt undirvísingarfak, sum er ein vitan, tú skalt miðla til næmingarnar. Síðan skalt tú hava vitan um, hvussu tú skalt miðla vitanina, og umframt tað skalt tú hava eina vitan um tað frálærufrøðiliga, námsfrøðiliga og sálarfrøðiliga, sum eru fortreytir fyri, at tú fært hinar partarnar at rigga.

Hon sigur tað ikki bera til at skilja hesar partarnar sundur. Hevur tú til dømis ikki frálærufrøðiliga partin, so kann tað gera tað sama, hvussu nógva vitan, tú hevur um eitt evni, tí tú megnar ikki at miðla hana, um tú fært ikki næmingin og flokkin at savna seg um tað, sum tú miðlar.

Dekanurin tekur sostatt ikki undir við teimum, sum siga, at læraraútbúgvingin hevur flutt seg ov nógv frá tí yrkisrættaða yvir í tað akademiska.

Lærarar nógv betur fyri í dag

Erla Olsen, dekanur, vísir sjónarmiðunum hjá stjóranum í Skúlanum við Løgmannabreyt aftur. Í samrøðu við KvF hósdagin 8. oktober sigur hon m.a.:

‒ Lærarar í dag eru betur fyri, enn teir nakrantíð hava verið. Læraraútbúgvingin var fyrr bara fyri barnaskúlan. Nú skal framhaldsdeildin uppí, og tá mugu lærarar hava størri vitan.

Erla Olsen er fyri at skipa læraraútbúgvingina sum eina masterútbúgving til tess at menna førleikan hjá lærarum uppaftur meira.