Skúlastjórin við Løgmannabreyt: Gamla útbúgvingin hevði betri kjølfesti

- Læraraútbúgvingin eigur í størri mun at vera laga eftir samfelagnum, sum vit eru partur av, sigur Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í sambandi við, at útbúgvingin nú verður eftirmett. Erla Olsen, dekanur á námsvísindadeildini, sigur, at lærararnir eru væl brynjaðir til skúlans gerning

Sveinur Tróndarson
17. oktober 2020 kl. 19:00

Fyri kortum vóru 150 ár síðan læraraútbúgvingin varð sett á stovn í Føroyum.

Í tí sambandi hevur Pól á Kletti eina drúgva gjøgnumgongd av søguni hjá Læraraútbúgvingini, har hann millum annað lýsir hølisumstøðurnar hjá skúlanum frá byrjan og til í dag.

Eisini tann bygnaðarligi parturin verður lýstur, og í tí sambandi nertur hann við tað, sum Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, og Erlu Olsen, dekan á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hava sagt alment um málið.

Hetta í samband við kjakið, sum hevur verið uppi í samband við runda dagin hjá læraraútbúgvingini.

Høgni Joensen, skúlastjóri, hevur sína greiðu áskoðan á útbúgvingina:

- Læraraútbúgvingin er ov eintáttað, og starvsvenjingin hjá lærarum er ov stutt, segði hann við KvF tann 2. oktober, tá hann eisini segði, at tað meira enn so kom fyri, at nýklaktir lærarar bera seg undan at undirvísa í ávísum lærugreinum.

- Læraralesandi eiga at fáa eina meira víðfevnda útbúgving, heldur Høgni Joensen.

Skúlastjórin í Skúlanum við Løgmannabreyt sigur, at tað er stórur munur á útbúgvingini í mun til, hvussu hon var skipað fram til 2008, tá hon varð broytt til eina bachelorútbúgving og løgd undir Fróðskaparsetrið.

‒ Við broytingini eftir 2008 er læraraútbúgvingin vorðin ov akademisk, har ov stórur dentur er lagdur á tað fakliga og ov lítil dentur lagdur á veruliga lívið í fólkaskúlanum og føroyska samfelagnum. Okkum nýtist ikki at gera tað sama sum tey gera aðrastaðni; vit mugu hava ein skúla, sum onkursvegna tekur støði í okkum sjálvum, sigur Høgni Joensen.

Erla Olsen er dekanur á námsfrøðideildini, og hon er ikki samd við Høgna Joensen.

‒ Lærarar í dag eru betur fyri, enn teir nakrantíð hava verið. Læraraútbúgvingin var fyrr bara fyri barnaskúlan. Nú skal framhaldsdeildin uppí, og tá mugu lærarar hava størri vitan, segði hon við KvF tann 8. oktober í ár.

Lesið báðar greinarnar um læraraútbúgvingina í blaðnum, sum fæst til keyps í sølubúðunum ella lesið greinarnar í haldarapartinum her á dimma.fo:

- Skúlastjórin við Løgmannabreyt: Gamla útbúgvingin hevði betri kjølfesti

- Læraraútbúgvingin 150 ár: - Hann var altíð so góður við meg