Hesa seinastu tíðina er bústaðarrentan hækka nokk so fitt, og tað svíður hjá fleiri húsarhaldum. Hinvegin staðfestir Landsbankin, at eitt úrslit av rentuhækkingunum er, at tær ógvusligu príshækkingarnar, ið vit hava sæð tey seinastu mongu árini, eru tálmaðar.
Hinvegin vísir Landsbankin á, at fyribils hagtøl vísa, at føroysk húsarhald , sum skylda meiri enn tvær milliónir, og sum samstundis skylda meir enn tríggjar ferðir tað, tey fáa í løn, er hækkað. Í 2021 vóru tað 3,6 prosent av húsarhaldunum, sum skyldaðu meiri enn tvær milliónir, og sum skyldaðu meiri enn tríggjar ferðir inntøkunum. Men í fjør vaks t að upp í 4,1 prosent.
Men samstundis staðfestir Landsbankin eisini, sum heild skylda føroysk húsarhaldunum lítið afturímóti tí tey tjena.
Men støðan er tann, at rentuhækkingar raka føroysku húsarhaldini beinanvegin, tí 88 prosent av skuldini hjá teimum hevur broytiliga rentu.
Alsamt fleiri húsarhald í føroyum vilja heldur hava føroysk bústaðarlán enn donsk realkredittlán, tá ið tey skulu fíggja bústaðin.
Fyri einum ári síðani vóru 34 prosent av bústaðarskuldini hjá føroyingum til danskar realkreditstovnar, men nú er tað 30prosent.
– Hetta hevur við sær, at ein størri partur av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum hevur eina broytiliga rentu, tí rentan á bústaðar- og nýtslulánum í føroyskum bankum er broytilig, men rentan á bústaðarlánum í donskum realkredittstovnum er liggur føst í ávís tíðarskeið, eitt nú í 3, 5 ella 30 ár, alt eftir hvat einstaka húsarhaldið heldur er best fyri tey.