Skulu finna stevið aftur

Klokkan 17:00 verður bríkslað í gongd á Tórsvølli, har okkara skulu dystast móti Lettlandi um at koma víðari í Nations League

Dan Lamhauge
10. oktober 2020 kl. 13:50

Vit hava fingið eina góða byrja upp á hesa kappingina. Við sigrum á Andorra á útivølli og Malta á heimavølli hava okkara dreingir lagt seg greitt á odda í bólkinum. 

Lettland hevur fingið eina heldur ivasama  byrjan upp á kappingina. Við javnleiki móti Andorra og Malta hava teir longu sett 4 týdningarmikil stig til í kappingini. Serliga dýr kunnu stigini móti Andorra koma at vera, tí Andorra er helst slakasta liðið í bólkinum.

Vinna Føroyar í kvøld, koma vit at liggja minst 5 stig fremstir. Spæla vit okkum við tankan um, at dysturin millum Andorra og Malta seinni í kvøld endar við javnleiki, ja, so koma Føroyar at liggja heili 7 stig framman fyri øll hini trý liðini.

Skal tað eydnast, mugu vit vinna okkara dyst. Dysturin móti dønum fyrr í vikuni var í slakara lagi. Okkara vóru væl við fyrstu løtuna, áðrenn danir settu tingini upp á pláss. Í seinna hálvleiki megnaðu okkara málleysan javnleik. Samanumtikið var avrikið so nøkunlunda.

Nú er ein heilt onnur uppgáva á skránni. Nú telur tað verulig, og tí verður stillað upp við sterkastu manning. Vit hava fleiri leikarar, sum spæla úti í heimi. Stóra stjørnan á føroyska liðnum, toftamaðurin Jóan Símum Edmundson, er tøkur aftur. Spurningurin er so, hvønn leiklut hann fer at fáa í kvøld, tí hann hevur drigist við ein skaða. 

Gilli Sørensen er eisini í hópinum. Hann hevur tó ikki verið so nógv við hjá Brann í Noreg seinastu tíðina. Tó kann hugsast, at hann er svangur eftir at vísa, at hann eigur pláss á landsliðnum.

Meinhard Olsen kemur beint úr næstbestu deildini í Svøríki. Hann hevur vunnið sær fast pláss á liðnum hjá sær, GAIS, so hann átti at kunna gjørt ein vørr.

Greitt er tó, at Gunnar Nielsen ikki verður við. Hann sleppur ikki úr Íslandi, og tí fer Teitur Gestsson helst at verja føroyska málið.

Toppskjúttin hjá føroyingum, Klæmint A. Olesn er tøkur aftur. Hann var ikki við móti Danmark, tí at konan er komin á tíð við teirra næsta barni. Tað er stutt av Tórsvølli og út á føðistovuna, so nú liggur betur fyri. Hugsast kann, at hann byrjar í álopinum, kanska saman við Jóan Símuni. 

Dysturin byrjar kl 17:00 og verður vístur í Kringvarpinum.