Skúrurin hjá teimum heimleysu verður tikin burtur

Skúrurin, ið stendur omanfyri gomlu kioskina í Steinatúni, og sum er ætlaður teimum heimleysu at brúka, verður nú tikin av økinum

(Mynd: Kristian Waag Dam)
Kristian Waag Dam
19. mai 2022 kl. 07:50

Tað er vorðið ein sannroynd fyri Tórshavnar kommunu, at ætlanin við skúrinum, ið stendur omanfyri gomlu kioskina í Steinatúni, er miseydnað. Hvat næsta stigi hjá kommununi verður er óvist.

Omanfyri gomlu kioskina í Steinatúni, stendur ein lítil svartur skúrur, við einum vindeyga og tveimum hvítum hurðum. Skúrurin er í løtuni læstur og verður skjótt fluttur av staðnum, tí hann tænir ikki longur sínum endamálið.

Tórshavnar kommuna setti skúrin har í januar í ár, við tí fyri eyga, at tey heimleysu, sum vanliga sita í glæsiliga bussskýlinum, fóru at halda til í skúrinum, heldur enn órógva aðrar borgarar í kommununi, sum ynskja at brúka millum annað nýggja bussskýlið.

- Teir uppihalda seg har, tá veðrið er keðiligt, men viðhvørt tekur tað yvirhond, og so er tað mann má velja. Kunnu okkara borgarar, sum sita har og bíða eftir bussum og tílíkum, sleppa at sita inni har eisini. Tað hevur víst seg at tað er øgiliga ringt at kombinera hasi tingini saman.

- Teir sum vilja gera nakað annað, drekka øl og tílíkt, tað ger tað, at okkara borgarar ikki fáa siti inni í bussskýlinum, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen.

Tað var ikki einfalt hjá kommununi at seta ein slíkan skúr upp. Heðin Mortensen vísir á, at tað var trupult at finna tí røttu staðsetanina av ymiskum orsøkum, skúrurin skuldi millum annað hava kloakksystem, vatn og hita. Haraftrat varð skúrurin vaskaður hvønn dag av eini fyritøku í býnum. Skúrurin hevði opið hvønn dag frá klokkan 9 til klokkan 18.

Sambært borgarstjóranum eydnaðist skúrurin væl í fyrstuni. Tey heimleysu, sum kommunan ikki ynskti skuldu sita í nýbygda bussskýlinum og flottu ferðaskrivstovuni hjá Visit Faroe Islands í Steinatúni, brúktu skúrin, sum kommunan hevði stillað til teirra. Tey heimleysu fluttu seg harvið úr býarmyndini, men bert í eina tíð. Tí skúrurin bar stórar avbjóðingar við sær, millum annað gjørdi umhvørvið rundanum skúrin vart við seg.

- Brandstøðin hevur eisini hjálpt til, tá teir ikki hava klára at staðið uppi. Út á dagin, eru teir so mikið tungir at hava við at gera, at vit mugu hava hjálp frá brandstøðini av, og samstundis hava tey sum gjørdu reint í skúrinum, sum vit veruliga meintu nakað gott við, boðað frá, at hetta verður ov nógv, sigur Heðin Mortensen um avbjóðingarnar, sum fylgdu við skúrinum.

- Tað bleiv ov ógvusligt har uppi og nú er teir farnir oman aftur í Steinatún, leggur borgarstjórin aftrat.

Heðin Mortensen veit ikki reiðiliga at siga, hvat næsta stigið verður í málinum. Tó vísur hann á, at ein felagsloysn skal finnast, tí sambært lógini, er tað Almannaráðið og Almannaverkið, sum eiga hatta málið.

Heðin Mortensen hevur avtalað ein fund við landsstýrismannin í almannamálum, Sólvit Nolsø, í juni, har teir fara at umrøða málið.