- Slagið skal standa í Norðurlandaráðnum

Høgni Hoydal væntar, at Norðurlandaráðið skal taka støðu til umsóknina um føroyskan limaskap á ársfundinum 2021

Ingi Samuelsen
24. oktober 2020 kl. 19:27

Tá tað kemur til núlivandi politikarar, so er tað ongin føroyskur parlamentarikari, sum hevur so nógvar royndir og vitan í og um Norðurlandaráðið, sum Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis.

Hann hevur í fleiri skeið sitið sum umboð Løgtingsins í Norðurlandaráðnum, har hann onkuntíð eisini hevur verið við í formansskapinum. Eisini hevur Høgni Hoydal verið landsstýrismaður við norðurlendskum samstarvsmálum í fleiri førum.

Hann er ikki heilt samdur við sambandsmanninum Kaj Leo Holm Johannesen um, hvussu stríðið um fullan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum skal førast.

Ráðið er vígvøllurin
- Tað er Norðurlandaráðið, sum er parlamentariska grundarlagið fyri politiska samstarvinum í Norðurlondum, og tí er tað har, sum politisku stríðini skulu haldast. Norðurlandaráðið er demokratiski vígvøllurin.

- Mær dámar ikki hugburðin hjá núverandi landsstýrismanninum um at leggja á annan bógv, og fara at føra samráðingar við hini londini handan politisku leiktjøldini. Og eg kann siga av royndum, at vit hava roynt samráðingarvegin, og kortini eru vit ikki komin longur enn vit eru í dag. Eg havi ikki tal á øllum teimum fundum eg havi luttikið í har vit hava roynt at sannføra politikarar úr øðrum londum um okkara ynski.

- Tí ætli eg avgjørt at arbeiða fyri, at málið, sum sum ongantíð varð avgreitt í Norðurlandaráðnum, verður fingið á dagsskránna aftur, so vit kunnu fáa eina atkvøðugreiðslu í málinum. Tað verður ikki á fundinum nú í komandi viku, men vónandi í 2021, sigur Høgni Hoydal.

Atkvøður flytast hvørjaferð
Hann vísir á søguligu gongdina frá tí at Erlendur Patursson í 1974 ótroyttiliga stríddist fyri føroyskum limaskapi.

- Ta ferðina var úrslitið ein broyting í Helsingforssáttmálan, so at vit smátjóðir komu við í sáttmálan sum ”sjálvstýrandi økir”.  Royndin, sum eg sjálvur setti í gongd í 2003, endaði við Álandsskjalinum, sum tíverri ikki er eitt skjal, sum kann brúkast til so nógv.

- Tað vísir seg, at hvørja ferð Norðurlandaráðið skal atkvøða um føroyska limaskapin, so eru tað atkvøður, sum flytast, og eg eri ógvuliga spentur uppá, hvat úrslitið verður av komandi atkvøðugreiðsluni.

- Vit vita, at íslendingar í stóran mun stuðla okkara ynski. Tað sama kann sigast um tann politiska bólkin í ráðnum, sum eg sjálvur eri limur av, tí vinstra-grøna. Vit fáa stuðul frá alt fleiri norðmonnum, og so eru tað sviar og finnar, sum eru ivingarsamir, tí teir óttast at Danmark fær ov stórt vald um vit og grønlendingar fáa atkvøðurætt sum sjálvstøðugur limir. Soleiðis síggja tey nú einaferð tingini.

- Eg eri mest spentur uppá, hvussu danir fara at atkvøða, tá tað kemur til stykkis. Teir hava sagt seg stuðla okkara ynskjum. Hinvegin eru onnur lond, eitt nú sviar og finnar, farnir at brúka donsku grundlógina sum grundgeving fyri ikki at geva okkum sjálvstøðugan limaskap. Tað ljóðar jú heilt undarligt, sigur Høgni Hoydal.

Ætlar ikki at støðga fyrr enn málið er nátt
Upp á fyrispurning um hann ikki óttast fyri, at uppskotið enn einaferð verður felt, sigur Høgni Hoydal.

- Vit hava fingið onkran bata ella okkurt ístaðin, hvørja ferð vit hava roynt. Eg óttist ikki, at uppskotið verður felt, men eg veit, at norðurlendska umsitingin møðist av hesum málinum, tí tað støðugt kemur fram.

- Eg kann bara siga, at vit fara ikki at helma í fyrr enn vit hava fingið okkara rættvísa vilja, sum jú fullkomiliga er í tráð við tær visjónir, sum Norðurlond longu hava sett sær viðvíkjandi javnrætti og vera heimsins mest inkluderandi samfelag áðrenn 2030, sigur Høgni Hoydal at enda.