Sleppa ikki longur at avreiða uttanlands

Nú ber til at sleppa av við fiskin í Føroyum

Áki Bertholdsen
29. august 2023 kl. 13:58

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur gjørt av ikki at leingja undantakið, sum loyvir føroyskum skipum at avreiða allan makrel uttanlands.

Tað boðar hann frá í tíðindaskrivi beint nú.

Stutt fyri ólavsøku var ein broyting gjørd so at skipini kunu avreiða makrein uttanlands til 31. august.

Orsøkin var, at fyrr í summar góvust frystivirkini fyribils at taka ímóti makreli, og tí kundu skipini bert landa til fiskamjølsvirki. Hetta elvdi til, at skipini komu at liggja og bíða eftir at sleppa framat at landa. Sostatt vóru møguleikarnir at fiska makrel darvaðir.

Men nú eru frystivirkini aftur farin at taka ímóti makreli. Grundað á hesa støðu er ikki grundarlag fyri framhaldandi at gera frávik frá galdandi áseting um, at allur fiskur skal landast í Føroyum.

Endamálið við at krevja, at øll veiða, undantikin 15 prosen, skal landast og avreiðast um føroyskan bryggjukant er at tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum, og á tann hátt skapar virksemi og arbeiðspláss á landi í Føroyum, og at geva virkjum á landi í Føroyum betri atgongd til rávøru.