Ongi úrslit

Smáir logar av vón í einum stórum politistati

Sjúrður Skaale greiðir frá ferð í Iraq

Sjúrður Skaale
3 tímar síðan

Eri júst afturkomin eftir eina viku í Iraq, og havi greitt frá tí í bæði Alduni og KvF í gjár og í dag.

Takk fyri áhugan!

Her er eitt sindur meira um ferðina um nakar er áhugaður - myndir

Eg var gestur hjá einum irakiskum hjálparfelagsskapi og ferðaðist saman við Mission10Forty úr Danmark.

Orsøkin var, at tað gevur atgongd og møguleikar at hava ein politikara við. Og sjálvur kann eg brúka innlitið og kontaktirnar í mínum politiska starvi - serliga sum limur í Fólkatingsins uttanríkisnevnd.

Ein pakkað skrá gjørdi, at vit ongantíð svóvu tvær nætur í somu song.

Vit vitjaðu religiøsar leiðarar - muslimskar og kristnar - ein milits-leiðara og umboð fyri aðrar bólkar.

Kurdistan er nú ein nokkso sjálvstýrandi partur av Irak, og vit høvdu eisini fund við kurdiska uttanríkisráðharran.

Í Irak eru eingir - also slett yvirhøvur eingir - turistar, og tað er ringt at fáa visa. Tað er ein politistatur, har eftirlitið við borgarunum er sera neyvt. Landið verður stýrt av militsum (privatum herum), sum umboða ymisk áhugamál, eins og Iran hevur sera stóra ávirkan.

4 til 4,5 milliónir tunnur av olju verða framleiddar um dagin, og tí er landið sera ríkt. Men ríkidømið kemur ikki øllum til góðar. Staturin og militsirnar stýra øllum, og tey, sum ráða har, eiga oljuna.

Gassið sum kemur úr oljukeldunum, verður … brent!

Tað var skelkandi at síggja, at alt gassið - einir 18 milliardir kubikkmetrar árliga - rætt og slætt verður brent … Tað setir altso okkara tos um CO2-útlát í perspektiv.

60% av fólkinum eru shia-muslimar, og 37% sunni. Iran er shia-muslimskt, og tí er tætt samband tann vegin.

Ein felagsnevnari er islamska sharia-lógin, og øll onnur enn muslimar eru hart kroyst. Heilt nógvir jødar búðu har, men nú eingin er eftir. Tey kristnu er sera trýst, og yazidiarnir (sum hava búð har í 2000 ár og hava heimsins elstu religión) hava ongan góðan.

Vit vitjaðu fyrst og fremst fólk, sum gera humanitert arbeiði millum serliga kristin og yazidiarar.

At vitja Mosul - stórbýin har ISIS hevði alt vald í meira enn trý ár - var sterkt.

Men sterkasta upplivingin á túrinum var vitjanin í eini flóttafólkalega við yazidiarum. Tilsamans 170.000 fólk búgva soleiðis eftir at ISIS rak gey burtur í 2014. Og kom ikki hjálp úr øðrum londum fingu tey ongan hjálp. Teirra egna land svíkir tey fullkomiliga. Men tey vóru heilt ótrúliga blíð…

(Sí video undir hesum uppslagnum úr eini flóttafólkalegu við yazidi’arum).

Tað er ikki minst katólska kirkjan í Rom, sum stuðlar teimum kristnu í landinum.

Men hóast Irak er ein politistatur, har alt snýr seg um valdsstríð millum sterkar bólkar, so hittu vit eisini nógv fólk, sum arbeiða innan tað humanitera økið - og tey vóru úr øllum trúarbólkum og etniskum bólkum.

Smáir logar av vón í einum myrkum politistati.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05