SMS deildin kvinnur

H71 vann toppdystin

Dan Lamhauge
13. desember 2020 kl. 19:35

Á Hálsi var stórdystur á skránni, tá oddaliðið Kyndil fekk vitjan av nummar tvey, H71. Talan gjørdist um ein spennandi og púra javnan dyst. Tá farið var til hálvleiks, var støðan javnleikur 11-11. Liðini fylgdust eisini allan seinna hálvleik. Tá tað restaðu 3 minuttir av dystinum, avgjørdi toppskjúttin, Maria H. Weyhe, dystin, tá hon skoraði tvey mál, og so kundu tær í Hoyvík fegnast um sigurin og stigini.

Suðuri í Vági vann VB á VÍF. Sigurin ber við sær, at nú er veruligur spenningur um fjórða plássið í deildini. Tað var ein tættur dystur í Vági í dag. Í hálvleikinum høvdu gestirnir leiðsluna. Í seinna hálvleiki gekk javnt á, og liðini fylgdust líka til 3 minuttir vóru eftir. Tá kom stígur í hjá VÍF, og VB streyk framum og vann dystin at enda 26-23. Agnas Olsen varð toppskjútti við 7 málum.

Leygardagin leiktu Neistin og Stjørnan í Havn. Í fyrra hálvleiki megnaði Neistin at leggja seg á odda 13-9, og tann munurin helt sær allan seinna hálvleik. Endaliga úrslitið gjørdist 26-22 til Neistan. Toppskjúttan í dystinum átti Stjørnan. Unga Katrin Bertholdsen skoraði 8 mál í dystinum.