Smyril Line fær nýggjan høvuðsbygning í Havn

Smyril Line skal hava ein nýggjan høvuðsbygning á havnalagnum í Havn

Sigurjón Einarsson
21. juni 2022 kl. 12:13

Smyril Line skal hava ein nýggjan høvuðsbygning. Nýggi bygningurin verður á havnalagnum – úti á molanum.

– Vit hava manglað pláss í fleiri ár, sum hevur havt við sær, at okkara virksemi er spjatt á trý støð í Havn, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line við danska miðilin Søfart.

Í løtuni er Smyril Line heimahoyrandi í tveimum kontórbygningum í Havn, meðan flutningsfarstøðin er á havnalagnum.

Men við verkætlanini, í samband við at byggja tjóðleikhús á Bursatanga, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá tíðindafundur um nýggja tjóðleikhúsið var í mars mánaða í fjør, at í framtíðini fór alt farmavirksemi, sum í dag er innan fyri havnaskrivstovuna, fer at verða flutt út um havnaskrivstovuna, har millum annað nýggj farstøð til Smyril Line skuldi byggjast úti á molanum, men nú er so greitt, at ætlanin er eisini at byggja ein høvuðsbygning til Smyril Line á økinum eisini.

– Nú fara vit at savna alt virksemið á einum stað, og hava í hesum sambandi verið í samband við arkitektar, soleiðis at okkara nýggja høvuðssætið samstundis verður eitt eyðsýnt eyðkenni fyri allan býin, sigur Jens Meinhard Rasmussen við Søfart.

Í nýggju ætlanini fyri havnalagið í Havn er eisini ætlanini, at Norrøna skal hava atløgupláss úti á molanum – í rókinum, har sum núverandi havnaskrivstova er.

Tá tjóðleikhúsið kemur upp at standa á Bursatanga, fer alt økið innan fyri havnaskrivstovuna at verða ruddað. Núverandi farstøð fer tó at standa eftir, sum Strandferðslan skal brúka til Smyril og Ternuna.

(Myndir: Smyril Line)