

Seinasta árið hevur verið ófriðarligt hjá Tesla. Ein afturkalling av heili 5 milliónum bilum hevur gjørt felagið til tann bilframleiðaran, ið er fongdur við mest breki, í 2024. Samstundis seldi ein stórur íleggjari partabrøv hjá Tesla fyri 585 milliónir dollarar (umleið 3,97 milliardir danskar krónur), sum hevði uppaftur meira óvissu vi sær. Lagt afturat hesum er kritikkurin av byggigóðskuni hjá Cybertruck modellinum, sum hevur gjørt tað trupult at fáa álit millum skeptikarar.
Sambært einari greining frá Brand Finance er virðið minkað við 15 milliardum dollarum (umleið 102 milliardir krónur) til nú 43 milliardir dollarar (umleið 292 milliardir krónur). Hetta er eitt ógvusligt fall frá 66,2 milliardum dollarum (umleið 449 milliardir krónur) í 2023 og 58,3 milliardum dollarum (umleið 396 milliardir krónur) við ársbyrjan.
Elon Musk, stjóri síðani 2008, býtir sjógvin við sínum umstrídda leiðslustíli og almenna atburði. Brand Finance varpar ljós á, at gerðirnar hjá Musk ofta skaða umdømið hjá Tesla. Eitt dømi er ákærur um umstríddu bending undir vígsluni av Donald Trump, sum serfrøðingar siga hevur havt negativa ávirkan á fatanina hjá brúkarunum av Tesla.
David Haigh, stjóri í Brand Finance sigur: “Musk er elskaður av nøkrum, men ópopulerur hjá mongum. Hansara persónligheit ávirkar ynskið hjá brúkarunum um at keypa vørurnar hjá Tesla, hóast tað ikki er einasti faktorurin.”
Minkandi álit hjá brúkarunum
Ein kanning av 175.000 fólkum vísir eina afturgongd í dámligheitina hjá Tesla. Í Evropa eru tey, sum umhugsa at keypa ein Tesla, minkað úr 21% niður í 16%. Í USA eru kundatilmælisstigini næstan skorin niður í helvt úr 8,2 til 4,3 av 10, hóast trúskapurin hjá verandi eigarum framvegis er høgur við 90%.
David Haigh ávarar um, at Tesla er í vanda fyri at missa sína støðu sum ein nýskapandi megi: "Um fyritøkan ikki skjótt setur vørur á marknaðin, sum kunnu skapa spenning, kann hom skjótt verða fatað sum ein fyritøka, sum ikki er í hæddini longur."
Framtíðin hjá Tesla undir Trump
At Donald Trump verður afturvaldur sum forseti er ein avbjóðing fyri Tesla. Hansara ætlanir um at avtaka stuðul og skattalætta til elbilar kunnu hótta upp til 40% av vinninginum hjá Tesla. Vinnan stendur fyri intensivum kappingarviðurskiftum og Tesla skal laga seg til at varðveita sína støðu.