Skottilburður í Keypmannahavn - fleiri fólk rakt og ein handtikin

Danska løgreglan hevur váttað søgurnar um ein skottilburð í stóru handilsmiðstøðini Fields seinnapartin, og hon staðfestir eisini, at fólk eru rakt av skotum

Sveinur Tróndarson
3. juli 2022 kl. 17:33

Stórur ruðulleiki valdar í løtuni í Keypmannahavn, eftir at skot vórðu latin av í stóru handilsmiðstøðini Fields.

Fráboðanirnar um skottilburðin komu seint seinnapartin, og søgur søgdu frá, at fólk í hópatali flýddu úr sølumiðstøðini.

Danskir miðlar søgdu frá 100-150 fólkum, sum vóru flýdd undan skotunum, men í fyrsta umfari bar ikki til at fáa nakað at vita við vissu.

Men tað ber til nú. Løgreglan í Keypmannahavn váttar nevniliga á Twitter tilburðin, og hon sigur eisini, at fleiri fólk eru rakt av skotum.

Løgreglan hevur stongt vegirnar umkring Fields, og sigur eisini á Twitter, at tey, sum eru í Fields ella við Fields skulu vera verandi meðan øll onnur skulu halda seg vekk.

Tað er í løtuni ikki greitt, hvar í handilsmiðstøðini tað varð skotið, men tey sum ikki tóku til rýmingar máttu krógva seg inni í miðstøðini. Danmarks Radio greiddi frá fólki, sum høvdu verið inni handlum, har tey fyrst vórðu send inn í passirúm at goyma seg. Seinni vórðu fólkini flutt niður í kjallaran og haðani sluppu tey út.

Sum skilst eru enn ikki øll fingin út úr miðstøðini.

Fyri lítlari løtu síðan boðaði løgreglan frá, at ein maður er tikin fyri tilburðin. Løgreglan leggur afturat at hon ikki hevur meira at siga fyribils.