Sølan hjá BankNordik góðkend

Finanstilsynet og Konkurrence- og Forbrugerstyrelsen hava góðkent søluna av danska virkseminum hjá BankNordik til Spar Nord

Sigurjón Einarsson
26. januar 2021 kl. 11:42

Við søluni av sínum danska virksemi, fer BankNordik at hava fokus á teir eftirverandi marknaðirnar: Føroyar og Grønland.

- BankNordik er ein týðandi aktørur í Føroyum og í Grønlandi, og bankin vil eftir søluna av sínum danska virksemi framhaldandi hava fokus á at varðveita haldgóða fótafesti á føroyska marknaðinum og tryggja lønandi vøkstur í Grønlandi, verður upplýst í einum boðum frá BankNordik.

Bankin upplýsir, at í samband við ársfrágreiðingina fyri 2020 vilja tey “fyrihalda seg til vinningsbýti og tørvin fyri at rætta fíggjarliga setningin hjá samtakinum fyri eginpeningin, kostnaðarprosent (cost/income ratio), tann veruliga kjarnukapitalin og solvens”.