Sølan hjá Tesla minkar í Evropa

November mánaði var eitt søguligt lágmark

Fríðmundur Nattestad
22. desember 2024 kl. 21:11

Kappingin á elbilamarknaðinum er harðnað, og amerikanski elbilaframleiðarin Tesla stendur fyri stórum avbjóðingum. Sølutølini í Evropa eru fallin nógv, og november mánaði var eitt søguligt lágmark.

Nýggj tøl frá evropeiska bilframleiðarafelagnum ACEA vísa, at Tesla skrásetti 40,9% færri elbilar í ES í november ár í mun til sama mánað í fjør.

Í november í fjør hevði Tesla 31.810 nýggjar skrásetingar, meðan talið í november í ár var einans 18.786. 

Tesla situr tó framvegis tungt á trónuni sum størsti elbilaframleiðari í Evropa, men marknaðarparturin er minkaður úr 3,6% niður í 2,2%.

Samlaðu elbilaskrásetingarnar í ES minkaðu eisini við 5,4% í november, sum undirstrikar avbjóðingarnar á marknaðinum.