Soleiðis fer Havnará at síggja út í miðbýnum

Arbeiðið, at lata Havnará upp aftur í miðbýnum, fer í gongd beint eftir ólavsøku

Nú fer arbeiðið at lata Havnará upp aftur skjótt í gongd (Mynd: Søguskyn)
Sigurjón Einarsson
23. juni 2022 kl. 14:47

Eitt av ynskjunum hjá núverandi samgongu í Tórshavnar kommunu hevur verið, at lata Havnará upp aftur á strekkinum frá Betri banka og oman á Vaglið framvið Tinghúsgarðinum. At lata Havnará upp aftur er, sambært kommununi, eitt beinleiðis átak fyri at geva býnum enn eitt býarrúm, hvørs líki annars ikki finst í miðbýnum longur.

Og nú er líkt til, at hetta verður veruleiki, tí í gjárkvøldið samtykti býráðið við 12 atkvøðum fyri og einari ímóti, at arbeiðið at lata Havnará upp aftur, skal fara í gongd.

J & K Petersen átti lægsta tilboðið, ið lá ájavnt við kostnaðarmetingina hjá kommununi. Tað merkir, at samlaða verkætlanin verður gjørd fyri líka undir 12 milliónir, sambært Tórshavnar kommunu.

- Tað eru arkitektarnir Zeta Architects, sum hava tilevnað uppskotið, sum lýsir arkitektoniska konseptið, har arbeitt verður við trimum hugtøkum; botnur, áarbakki og vatn. Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og tillagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Til tíðir er áin lyft upp úr gøtuni, aðrastaðni flýtur hon saman við gøtuni og aftur aðrastaðni grevur hon seg niður í gøtuna. Umsitingin gjørdi útbjóðingartilfar til verkætlanina sambært skipanaruppskoti og projekttilfari, og tríggir arbeiðstakarar vórðu bodnir at lata undirhondstilboð uppá verkætlanina.

Soleiðis fer Havnará at síggja út, tá hon aftur verður sjónlig:

Leys Størv