Sølvi bestur í juni og juli

Annan mánaðin á rað er Sølvi Vatnhamar úr Víkingi valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum

(Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
8. august 2022 kl. 09:46

– At eg aftur nú standi við hesum heiðuri, hevði eg so bestemt ikki roknað við. Men tað hevur gingið hampuliga væl, og tá hugsað verður um, at tað eru rættuliga nógvir góðir spælarar í føroysku kappingini, so havi eg allarhelst gjørt okkurt rætt, sigur Sølvi Vatnhamar við heimasíðuna hjá FSF.

Sum nakað nýtt í hesum kappingarárinum, verður besti spælari hvønn mánað kosin. Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið atkvøða.

Fyrstur at fáa hendan heiðurin í føroyskum fótbólti var Stefan Radosavljevic úr HB, sum varð valdur til besta spælara í mars mánað, og í apríl fór Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ avstað við heiðurinum.

Tá atkvøðast skuldi fyri besta spælara í mai mánað, gjørdi Sølvi Vatnhamar úr Víkingi slætt borð, og fekk tíggju av tíggju møguligum atkvøðum.

Vanliga verður ein spælari kosin hvønn mánað, men av tí at bara tvey umfør vórðu spæld í juni, og tað sama gjørdi seg galdandi í juli mánað, varð avgjørt at atkvøða fyri juni og juli í einum.

Og nú, tá besti spælari í juni og juli mánað skuldi finnast, gjørdist tað aftur miðvallargeneralurin hjá Víkingi og toppskjúttin í fremstu deildini, Sølvi Vatnhamar, ið fekk flestar atkvøður. Nummar tvey og trý í atkvøðugreiðsluni gjørdust Mads Boe Mikkelsen og Jóannes Bjartalíð, báðir úr KÍ.

At Sølvi Vatnhamar telist millum bestu spælarar í Føroyum í løtuni, kom eisini greitt til sjóndar leygardagin, tá Víkingur vann stórsigur móti 07 Vestur. Fyrst legði hann upp til fýra av málunum, áðrenn hann skoraði eitt sjálvur í 6-1 sigrinum á vágamonnum.

Fyri heiðurin at vera besti spælari í juni og juli, fekk Sølvi Vatnhamar handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, ið er latin av BETRI.

Tað var pápi Sølva, Berg Vatnhamar, ið vegna FSF stóð fyri handanini, áðrenn dystin leygardagin.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo